Fótbóltur
Christian Lamhauge Holst er ein av spælarunum, sum umvegis føroysk ættarbond hevur loyvi at spæla á føroyska landsliðnum.
Og hann minnist væl, tá Føroyar á sinni vunnu móti Eysturríki.
- Eg hugdi at dystinum í sjónvarpinum saman við foreldrunum hjá mær, so tað minnist eg heilt væl. Eg haldi tað var fyrstu ferð, at eg sá eitt landslið spæla, so tað var øgiliga stuttligt.
Og hevði tú nakrar tankar um, at tú nakran tíð fór at spæla fyri føroyska landsliðið?
- Nei. Mín dreymur var tá at spæla fyri danska landsliðið, men tað hevur so broytt seg. Men jú. Onkra tíð varð sjálvandi hugsað um møguleikan fyri tí, sigur Christian Lamhauge Holst.
Tá lutakastið til undankappingina var seinast. Hugsaði tú tá um, at hetta fór at verða ein heilt serligur dystur fyri Føroyar?
- Sjálvandi. Talan er um størsta úrslitið í føroyskari fótbóltssøgu. Kanska tað størsta í fótbóltssøguni yvirhøvur. So sjálvandi var tað í tonkunum. Men hinvegin er úrslitið ikki nakað, sum vit á landsliðnum í dag hava so nógv at gera við.
Venjarin eigur avgerðina
Christian var ikki partur av føroyska hópinum, sum fyri einum mánaði síðani spældi móti Serbia og Rumenia. Skaðar hildu honum burtur frá hesum dystunum, og við bara hálvum triðja dysti í skjáttuni er dystarvenjinin kanska ikki heilt optimal. Men vónirnar eru tó, at hann aftur verður millum teir fyrstu ellivu á vøllinum, sigur hann.
- Sjálvandi vóni eg tað. Tað er jú altíð stuttligast at spæla, tá tú byrjar inni. Nú havi eg tó verið úti við skaða, og tað er sjálvandi upp til venjaran, um hann setir meg beint aftur á liðið.
- Um eg eri i toppform er helst trupult hjá mær at siga. Tá tað gongur væl, so heldur tú, at so er, men gongur minni væl, so heldur tú tað ikki. Men sjálvur haldi eg, at eg eri til reiðar. Jú – eg eri púrasta til reiðar at fara út á vøllin, slær Christian Lamhauge fast.