Søguligt pakkhús í Havn skal verða býarsavn

Tað liggur við sjógvin og skal lýsa tað sterka, søguliga tilknýtið ímillum Havnina og havið

Søguliga pakkhúsið í Havn, Müllers Pakkhús, skal nú verða eitt býarsavn fyri alla Havnina.

 

Tað ætlar meirilutin í Tórshavnar Býráð.

 

Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at endamálið er útvega Havnini eitt býarsavn við øllum søguligum skjølum og lutum, sum lýsa sambandi ímillum Havnina og sjógvin.

 

Og eitt slíkt savn liggur ikki betri enn í Müllers Pakkhúsið, tí í fyrra lagi liggur tað við sjógvin og í øðrum lagi er talan um eitt søguligt pakkhús, sum er at kalla ímyndin av okkara sjóvinnu, sigur Gunvør Balle.

 

Hon vísir kortini á, at sjálvandi má ein útvegur finnast fyri tí virkseminum, sum longu er í húsinum.

 

Tey hava heldur ikki lagt nakra tíðarætlan fyri, nær hetta skal fremjast, men hetta er eitt mál, tey fara at arbeiða við.

 

Forkvinnan á mentamálanevndini sigur, at hetta hevur onki samband við privata býarsavnið hjá Birgari Johannesen.

 

- Tað er eitt annað slag av býarsavnið, tí tað, vit ætla við savninum í Müllers Pakkhúsið, er at skipa eitt sjóvinnusavn fyri Havnina. Men tað er als ikki óhugsandi, at bæði søvnini kunnu samantvinnast onkusvegna, sigur Gunvør Balle.