NSÍ-VB/SUMBA
Jákup Mørk
Sunnudagin upprennur dagurin, sum tey í NSÍ hava bíðað eftir síðani besta fótbóltsliðið hjá teimum fyri fyrstu ferð royndi seg í fremstu røð. Tað var í 1976!
Eingin ivast í, at NSÍ fer at fáa stig og vinna, tá ið VB/Sumba fer at vitja í Runavík sunnudagin. Tað kann eisini væl fara at vísa seg, at NSÍ verður meistari, um tað óhugsandi skuldi hent, at teir einki stig vinna sunnudagin. Tað valdast um úrslitið í Streymnesi.
Men hóast NSÍ verður meistari sunnudagin, so verður einki alment meistarahald fyrrenn næsta leygardag, tá ið liðið – ivaleyst við stórum stuðlafylgi – fer at koma aftur úr Klaksvík við FM steypinum og gullkrónunum.
Eitt er alment hátíðarhald og alt tað formella við steypi og gullkrónum. Annað er, at tað í Runavík verður arbeitt við, at tað væl og virðiliga skal markerast, tá ið NSÍ sunnudagin í sínum 50. ári hevur vunnið fyrsta FM heitið.
Stuðlafelagið og viðhaldsfólk yvirhøvur fara at møta væl brynjaði upp úti við Løkin seinnapartin sunnudagin, og vit skilja á lagnum, at tað fer bæði at síggjast og hoyrast, tá ið fyrsta FM heitið verður fingið inn um stokkin. Og tað verður gjørt, hóast veðurvánirnar ikki boða frá nøkrum serligum veðri sunnudagin.
VB/Sumba hevur tikið tað ógvuliga virðiliga, at liðið er flutt niður í næstbestu deildina. Tað fara teir ivaleyst eisini at gera hesa ferð.
NSÍ spælararnir skulu hava fokus á tí, sum gongur fyri seg inni á vøllinum og ikki tí, sum fer at ganga fyri seg kring vøllin. Kanska tað fer at hava við sær, at tað ikki fer at verða lagt so ógvuliga nógv í at vinna serliga nógv!
Tað var ikki gamalt, at NSÍ var serliga nógv ávirkað av, at landsliðsfótbóltur var á skránni. Eisini hetta er broytt. Tað hevur sást væl og virðiliga á venjingunum í Runavík seinastu vikurnar, at Føroyar hava spælt fleiri landsdystir. Umleið helmingurin av spælarunum hevur verið upptikin av landsliðsfótbólti.
Jens Martin Knudsen, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Christian Høgni Jacobsen, Hjalgrím Elttør og Einar Hansen hava verið á ferð saman við a-landsliðnum. Øssur Dalbúð, Jann Martin Mortensen og Klæmint A. Olsen hava verið í Bulgaria við U19 landsliðnum, og Bogi Løkin hevur verið burturi við studentaskúlaflokkinum.
Í gjárkvøldið var alt NSÍ liðið samlað aftur við Løkin, og í kvøld fara teir at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til síðsta heimadystin í ár. Tað verður í hesum dystinum, at tað verður staðfest, at NSÍ hevur vunnið fyrsta FM heitið nakrantíð.