Leygarkvøldið verður kappsúkkling á keiøkinum í Runavík. Súkklað verður Býarkoyring, og koyrt verður í 50 minuttir. Síðani ringir ein klokka og so er bert eitt umfar eftir.
Teinurin, ið koyrdur verður, er frá Eysturoyar Heilsølu, niðan ímóti Runavíkar Sjómansheimi, eftir Rókarvegi og aftur á Fjøtuveg.
Meðan ung og vaksin koyra hendan tein, so koyra børnini runt um Timburhandilin.
Jóhann við aftur
Hetta er annað umfarið av Grand Prix Føroyar, og í løtuni er tað Gunnar Dahl-Olsen, sum liggur fremst hjá monnunum, eftir at hann vann sannførandi sigur á norðoyastevnu. Ísak Sambleben liggur ovast hjá mansunglingum og Ann Zachariassen liggur ovast hjá kvinnuunglingum.
Kári Brattaberg gjørdist nummar tvey í fyrstu kappingini og Sverri M. Edvinsson nr. 3, men spennandi verður at síggja hvussu leikur fer á Eystanstevnu, tí leygardagin verður Jóhann Brend við aftur.
Jóhann hevur búð í Danmark seinasta árið. Hann súkklar við CC Gladsaxe og tað hevur gingið hampuliga væl hjá honum, í teimum 7 kappingunum hann higartil hevur luttikið í.
Tveir bólkar hjá børnum
Børnini eru býtt sundur í tveir bólkar: 5 til og við 9 ár og 10 til og við 14 ár. Gentur og dreingir kappast fyri seg, og
heiðursmerkir verða latin til nr. 1, 2 og 3.
Tey vaksnu súkkla kl. 18 og børnini kl. 19.00.
Vinnarin av einari kapping fær 40 stig, nr. 2 34 stig og nr. 3 fær 30 stig.tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.
Henry favorittur til ?Golden Boot?
Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.
Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.
Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.