Konjunkturbarometrið hjá Fíggjarmálaráðnum fyri januar 2008 vísir at treystitalið hjá føroysku brúkarunum er nógv fallið seinasta árið. Frá juni 2007 til januar 2008 er treystitalið fallið 7 prosentstig. Seinasta árið er samlaða treystitalið fallið 11 prosentstig, úr 9 niður í minus 2 frá januar 2007 til januar 2008.
Samlaða treystitalið hjá føroysku brúkarunum er grundað á væntaðu fíggjarstøðuna, mettu gongdina í føroyska búskapinum, metta arbeiðsloysi og uppsparingina komandi árið. Sum heild vænta føroysku brúkararnir prísvøkstur og verri tíðir. Tað sæst aftur í so at siga øllum spurningunum.
Í einum av spurningunum í konjunturbarometrinum hjá Fíggjarmálaráðnum verður brúkarin spurdur, um hann ætlar at keypa bil komandi 12 mánaðirnar. Úrslitið av spurninginum í seinastu kanningini var -66. Tað merkir, at 66% av føroyingum ikki hava ætlanir um at keypa bil komandi árið.
Í seinastu kanningini, fyri juni 2007, var talið -60. Tað merkir, at nú eru 6% fleiri, sum ikki ætla at keypa bil komandi árið. Sostatt bendir alt á, at bilasølan fer at minka komandi árið.
* Treystitalið er tað sama sum konjunkturindikatorin.
Kelda: Fíggjarmálaráðið