Sílið kláraði enn eina ferð Frúnna

Aftur hesa ferð stóð kappingin um fremsta plássið millum bátin hjá Havnar Róðrarfelag og tann í Miðvági Sílið við kvinnumanning hevur í dag vunnið FM róðurin á Jóansøku í Vági. Harvið hevur Sílið vunnið allar tríggjar FM kappingarnar, sum hava verið higartil í ár.

Kvinnuróðurin líktist nógv undanfarnu kappingunum, tá ið Sílið hevur vunnið, og tá ið Frúgvin hevur verið næstfyrst.

Frúgvin og Sílið fingu besta startin, og eftir startspurtin legði Sílið seg fyrst rongina og síðani tað mesta av einari bátslongd framum Frúnna.

Eina løtu tóktist Erla Kongsdóttir at bjóða av í kappingini um næstfremsta plássið, men tað eydnaðist ikki teimum at taka Frúnna. Í staðin royndi Frúgvin tvær ferðir at bjóða Sílinum av, og tað var spenningur í endaspurtinum. Tá ið bátarnir fóru um málið, var Sílið stóran skutin undan Frúnni, sum var tað mesta av tveimum bátslongdum undan Erlu Kongsdóttir og Katlu.

1 Sílið 05:05.05

2 Frúgvin 05:06.01

3 Erla Kongsdóttir 05:11.01

4 Katla 05:11.12

5 Báran 05:14.01

6 Ritan 05:14.09

7 Havfrúgvin 05:20.05

8 Teistin 05:21.04

9 Blikur 05:30.07

1 Sílið 21

2 Frúgvin 18

3 Erla Kongsdóttir 13

4 Katla 11

5 Báran 9

6 Ritan 8

7 Teistin 4

8 Havfrúgvin 1

9 Blikur 0

10 Falkur 0

11 Fípan Fagra 0