Vinna
Í tíðindaskrivi boða Framtaksgrunnur Føroya og P/F Faroe Seafood nú frá, at grunnurin í næstum fer undir søluprosessina av P/F Faroe Seafood.
- Sølan verður skipað sum ein kontrollerað uppboðssølu prosess, har møguligir keyparar fáa høvi at bjóða upp á samlaða partapeningin í P/F Faroe Seafood, sum sagt verður í skrivinum.
Dagmar S. Joensen er nevndarformaður í Framtaksgrunni Føroya.
Hon sigur, at endamálið við, at Framtaksgrunnur Føroya hevur átt P/F Faroe Seafood er nú nátt við tað, at felagið er vorðið fremsti føroyski framleiðarin og marknaðarleiðarin av fyrsta floks fiskavørum á evropeiska marknaðinum.
- Felagið hevur í dag góðar vakstrarmøguleikar í framhaldandi at troyta tey virðir, sum eru vorðin støðið undir virkseminum og við at luttaka í konsolideringini í evropeiska fiskiídnaðinum. Til tess at fáa fulla nyttu av møguleikunum í felagnum og fremja hesar í verki, er neyðugt við einum sterkum rakstrarligum og fíggjarligum støði, vísir Dagmar S. Joensen á.
Óli M. Hansen er nevndarformaður í P/F Seafood.
Hann sigur, at síðan november 2004, tá ið avgjørt var at leggja P/F United Seafood og P/F Faroe Seafood saman, hevur miðvíst verið arbeitt við at samskipa virksemið í hesum báðum feløgum.
- Felagið hevur fingið nýggjan og einfaldari bygnað, og framleiðsluútbúnaðurin er framhaldandi optimeraður. Í dag sær Faroe Seafood fram til at fáa nýggjan eigara, sum hevur eitt sterkt rakstrarligt og fíggjarligt støði, sigur Óli M. Hansen.
Framtaksgrunnurin og P/F Faroe Seafood siga, at arbeiðið í samband við søluna verður fyriskipað av Corporate Finance hjá KPMG í Keypmannahavn, og hetta arbeiðið verður skipað í trimum stigum, sum Sosialurin fer at venda aftur til.