Dýra biðidag, verður sølustevna á Sandoynni. Undanfarnu árini hava fleiri tiltøkum verið á skránni, og árið í ár er einki undantak, siga tey av Sandi. Børn og ung fáa møguleikan at tekna saman við teknaranum Janusi á Húsagarði. RC-felagið sýnir bátar fram í svimjihøllini. Alskyns sangur er á skránni, umframt at nógvar kappingar verða, har øll fáa møguleika at royna síni evnir í øllum frá fløtabolla eting til neyvleikaskjóting í fótbólti.
Hevur tú ikki hug at luttaka í øllum hesum, ber eisini til at taka tær eitt sindur meira av løttum og hugna tær við einum kaffimunni og onkrum góðum afturvið, meðan prátað verður um leyst og fast.
Sum nakað spildurnýtt verða umboð fyri B71 eisini til staðar á sølustevnuni, og har ber eitt nú til at blíva limur í B71.
Av Sandi v´na tey, at nógv fólk støkka inn á gólv á Meginskúlanum hesar báðar dagarnar, og Sandoyar Ítróttarfelag, B71, ynskir øllum luttakandi, gestum og hjálparfólkum vælkomnum á sølustevnuna.
Skráin fyri Sølustevnuna 2011:
Fríggjadagin 20.05.11
Kl. 14.00 Sølustevnan letur upp
Kl. 14.00 Matsølan letur upp
Kl. 14.30 Eli Hentze setir stevnuna
Kl. 15.00 Marner, Árni og Jóannes spæla og syngja
Kl. 15.00 - 18.00 Janus á Húsagarði teknar við børnum og ungum í B71 hølinum
Kl. 15.00 RC ? felagið sýnir bátar fram
Kl. 15.30 Køkutombola
Kl. 16.00 Kassastápling
Kl. 17.30 Jonglerikapping á vøllinum
Kl. 19.45 Heiðursmerkjahandan
Kl. 20.00 Sølustevnan letur aftur
Leygardagin 21.05.11
Kl. 14.00 Sølustevnan letur upp
Kl. 14.00 Matsølan letur upp
Kl. 14.00 - 16.30 Janus á Húsagarði teknar við børnum og ungum í B71 hølinum
Kl. 14.30 Børnini úr Barnagarðinum á Sandi syngja
Kl. 15.00 Bommtombola
Kl. 15.00 RC-felagið sýnir bátar fram
Kl. 15.30 Noomi Nielsen syngur (ungdómsorkestur)
Kl. 16.00 Manskórið syngur
Kl. 17.00 Kappingar: Eta fløtabollar/Seymsláing/Neyvleikaskjóting í fótbólti
Kl. 18.00 Lutaseðlarnir verða drignir
Kl. 18.00 Heiðursmerkjahandan
Kl. 19.00 Sølustevnan letur aftur