Sølutorgið í Vágsbotni í Havn skal broytast

Sølutorgið í Vágsbotni skal nútímansgerast, so umstøðurnar at keypa og selja í Vágsbotni gerast enn betri.

Hesum hevur Tórshavnar býráð boðað frá, og hetta lovaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, eisini í valstríðnum.

Og borðið fangar. Í dag vóru teir báðir Mortan Johannesen og Carl August Arge, sum dagliga selja í Vágsbotni, og sum kenna Sølutorgið í Vágsbotni sum sín egna lumma, á fundi við borgarstjóran. Og verða teir tiknir við upp á ráð, verður sagt av býráðnum.

Myndin er tikin, tá vóru á fundi saman við Heðini Mortensen, borgarstjóra, Tróndi Sigurðsson, formanni í Byggi- og býarskipanarnevndini, og Kára Johansen, formanni í Havnarnevndini.

Mortan og Carl August hava nógvar spennandi hugsanir um, hvussu Sølutorgið í Vágsbotni kann nútímansgerast - millum annað við at skipa atkomuviðurskiftini øðrvísi og at gera ljósviðurskiftini enn betri.

##med2##

Mortan Johannesen hevur javnan víst á, hvussu hart tað gongur út yvir sølutorgið, at bilar ikki sleppa at koyra út á bryggjuna. Hann sigur, at nógv gomul fólk eru, sum ikki klára at koma til gongu, og at trupult er at finna parkeringspláss í býnum sum heilt. Tí ynskir hann sær, at bilar kunnu koyra út til sølutorgið at handla.

Men býraðið hevur sett upp ferðsluforðingar, so tað ikki ber til summarmánaðirnar. Har eru ferðsluforðingar – pullartar, sum koma upp úr vegnum. Mortan Johannesen hevur fleiri ferðir verið í hornatøkum við løgregluna, tí hann hevur hongt ein posa útyvir, so pullartarnir ikki koma upp úr vegnum, og ferðslan soleiðis fær koyrt. Tað hevur kostað honum fleiri túsund krónur í bótum.