Sámal veit ikki um sovorðið

Ingi Højsted er leikbannaður, tá ið B36 kann gerast meistari, og tá ið GÍ kann detta nærri niðurflytingini

UPPTAKT

Um tað í morgin ikki eydnast GÍ at fáa stig móti B36, so verður GÍ nummar níggju undan ferðini út á Skála um eina viku.
Hetta staðfestir GÍ liðformaðurin, Sámal Joensen, sum hevur verið við til at vinna so nógv FM við barndómsfelagnum:
- Vit eru í trongum skóm, og tað er týdningarmikið hjá okkum at fáa stig. Eg havi ongantíð vitað um sovorðið kappingarár. Vit hava mist tríggjar spælarar, sum hava verið við fyrr í ár, og sum nú eru fluttir av landinum. At onkur hevur trupulleikar við liðbondunum er ikki annað, enn tað kann roknast við. Men at fleiri spælarar skulu ganga gipsaðir í senn. Tað hevur verið so óheppið, sum eg ongantíð havi vitað um áður, staðfestir Sámal Joensen og vísir eitt nú á, at teir hava brúkt seks málverjar í ár.
Móti B36 eru allir GÍ spælararnir tøkir. Eisini miðverjin Kaj Ennigarð, sum var burturi á lestrarferð, tá ið GÍ spældi móti EB/Streymi.
B36 floksmenn skipa fyri bussferð til Gøtu. Í B36 kenna teir møguleikan, sum er, at FM heitið kann gerast veruleiki í morgin, um HB og Skála tapa, og B36 vinnur í Gøtu.
- Vit hugsa bara um okkara uppgávu. Hon er ivaleysa stór avbjóðing. Móti KÍ megnaðu vit ikki at fáa mál. Um vit skulu hugsa um at vinna FM, so mugu vit fáa bóltin í mótstøðumálið, sigur B36 stríðsmaðurin Klæmint Matras, sum roknar við torførari uppgávu, tá B36 fyri fyrstu ferð í ár skal til Gøtu. Í Gundadali hevur B36 vunnið 3-0 og 3-1 á GÍ fyrr í summar.
Nýggi lyklaspælarin á landsliðnum, Ingi Højsted, er leikbannaður, og verður tískil ikki á B36 miðvøllinum í morgin.