##med2##
HB var tvær ferðir á odda móti B36, og tí var tað sera súrt ikki at vinna. Hetta staðfestir HB-veteranurin, Símun Samuelsen, ið serliga iðrar seg um, at B36 javnaði til 2-2 í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat.
Símun Samuelsen er ikki hugtikin av spælistílinum hjá B36 í dag. Símun heldur, at B36 dúvaði nógv uppá langar sendingar.
Nógv í B36-leguni meintu Símun Samuelsen átti seinna gula kortið í dystinum, men har er Símun ikki samdur. Hann heldur um hann skuldi fingið tvey gul kort í dag, so høvdu ræðuliga nógvar útvísingar verið í føroysku kappingini.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Símun Samuelsen.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum fýra málunum og dystarendanum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Alex Mellemgaard hjá B36, ið bæði skoraði mál og sjálvmál í dagsins dysti.