Súni Olsen: Eru mannfólk immun fyri koronu?

Venjarin hjá besta kvinnuliðnum hjá B36 er í øðini um, at kappingin verður løgd still, meðan menninir spæla víðari

Súni Olsen, venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá B36, er í øðini um, at kappingin verður løgd still, meðan menninir spæla víðari, nú korona og sóttarhald hevur rakt ein stóran part av teimum ungu í serliga Havn.

Tað hevur fingið Fótbóltssambandið at steðga øllum fótbóltskappingum fram til mánadagin 28. septembur. Einasta undantakið er Betri deildin menn, sum spæla sum ætlað.

- Eru mannfólk “immun” fyri koronu? Hvussu í ólukkuan kunnu menninir sleppa at venja og spæla dystir í heilum, meðan konufólkini ikki sleppa at gera tað, spyr Súni Olsen.

Hann vil hava at vita, hví Fótbóltssambandið og Kappingarnevndin hevur valt hesa loysnina. Hann leggur afturat, at ”Hetta er púrasta hol í høvdið, demotiverandi og órættvíst”.

- Eg vil hava eitt greitt og týðiligt argument frá onkrum av tykkum í omanfyri nevndu nevndum til at svara mær, hví støðan er soleiðis, ella hví tit hava valt hasa loysnina. Um tit ikki megna tað, so er mítt ynski, at alt fótbóltsvirksemi steðgar, eisini Betri deildin menn, ella at kappingin hjá kvinnum verður latin upp aftur í stundini, sigur Súni Olsen.