Súni Olsen er í kvøld, sum In.fo skrivaði fyrr í dag, almannakunngjørdur sum nýggjur venjari hjá B68. Partarnir hava gjørt ein eitt ára sáttmála.
Súni Olsen spældi í ár við KÍ, men hevur boðað frá, at hann helst ikki spælir aftur. Hann er í holt við venjaraútbúgvingina og skal tí hava eitt lið at venja.
Les eisini: Súni Olsen gevst - helst
Súni Olsen er 35 ára gamal og úr Gøtu. Hann skal nú royna at endurbyggja B68, sum flutti niður uttan at vinna ein tann einasta dyst í Effo-deildini í ár.