Sýria: Vit hava sigrað á IS

Sýriski stjórnarherurin hevur í dag kunngjørt, at teir hava sigrað í áralanga stríðnum móti yvirgangsfelagsskapinum Islamski Staturin. Tað hendir í kjalarvørrinum av, at herurin hósdagin hertók síðsta býin, ið yvirgangsfelagsskapurin hevði ræðið á. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.


Samanbrestir eru enn millum stríðsfólk hjá yvirgangsfelagsskapinum og stjórnarherin nærhendis markið til Irak, men tá stjórnarherurin hósdagin hertók býin Albu Kamal, var talan um síðsta býin, ið islamski yvirgangsfelagsskapurin hevði ræðið á í Sýria.


- Hetta staðfestir endaliga fallið hjá Daesh yvirgangsfelagsskapinum í økinum, boðaði herurin frá í eini fráboðan, skrivar Reuters tíðindastovan.


Hóast stjórnarherarnir í Irak og Sýria og aðrir herbólkar hava megnað at tikið nærum allar býir aftur, ið yvirgangsfelagsskapurin hevði tikið ræðið á í Irak og Sýria, so er enn óvist hvar er blivið av Abu Bakr al-Baghdadi, leiðaranum hjá IS. Sambært Reuters, so er seinasta lívstekin frá IS-leiðaranum ein ljóðupptøka, ið bleiv kunngjørd í september, har hann heitir á viðhaldsfólk um at fremja fleiri yvirgangsálop.


Tað var í 2014, at Abu Bakr al-Baghdadi í einari røðu í stórmoskuni í Mosul kunngjørdi, at hann hevði sett á stovn eitt islamskt ríki, ið fevndir um stór landaøkir í Irak og Sýria.