Sáttmálin við Gundurs Bussar varð undirskrivaður seinnapartin í dag. Tað var á eykabýráðsfundi í gjárkvøldið, at býráðið samtykti at taka undir við teknisku nevnd at gera sáttmála við Gundurs Bussar um ein 7 ára sáttmála á kr. 18.9 mill.
Tilboðið er væl lægri enn upprunatilboðið, m.a. tí at fari er yvir til smidligari og bíligari bussar, sum eisini eru betri egnaðir til okkara tronga vegakervið. Høvuðsbroytingin í nýggja sáttmálanum er, at nú er bert talan um ein høvuðsveitara við tveimum undirveitarum, í mun til 3 ymiskar høvuðsveitarar.
Ferðaætlanin fyri Havnina er í høvuðsheitum tann sama, men bussambandið til bygdirnar í kommununi verður betri. Tænastan verður betri m.a. við 14 spildurnýggjum bussum, nýggjari elektroniskari teljiskipan og GPS útgerð.
Við hesi betraðu útgerðini er ætlanin m.a. at fáa eina betri kunning og eina javna ferðafólkateljing, sum við dagførdum hagtølum kann menna bussleiðina til júst tann tørvin, ið kommunan hevur.