Sáttmáli undirskrivaður um nýggjan Christian í Grótinum

Fyrrapartin varð sáttmáli undirskrivaður millum P/F Christian í Grótinum og Karstensen skipasmiðjuna í Skagen um bygging av nýggjum uppisjóvarskipi fyri 300 milliónur krónur

 

– Vit hava arbeitt við hesum í eitt hálvt ár. Í fyrsta umfari vóru fýra skipasmiðjur áhugaðar at byggja, men vit endaðu við Karstensen skipasmiðjuni í Skagen, millum annað tí hetta er ein skipasmiðja, ið hevur bygt líknandi skip sum Trónd í Gøtu og nýggja Ruth, sigur Bogi Rasmussen, sum er ein av eigaraunum og reiðarunum í fyritøkuni, umframt at hann eisini er skipari.

Skrokkurin verður gjørdur í Póllandi av einum dótturfelagi hjá Karstensen skipasmiðjuni.
Skipið verður eftir ætlan handað P/F Christian í Grótinum í januar 2022.

Nýggi Christian í Grótinum verður slakar 90 metrar langur og 17 metrar breiður. Skipið hevur 16 RSW tangar, sum tilsamans fara at rúma 3.550 kubikmetrar, og skipið fer at lasta góð 3.000 tons av niðurkøldum fiski, sum er umleið 1000 tons meira í mun til verandi Christian í Grótinum.

Bogi Rasmussen vísir á, at fyri at minka um umhvørvisligu ávirkanina, verður øll útgerðin til nýggja skipið vald við umhugsni.

– Endamálið er at tryggja bestu góðsku, samstundis sum útlátið verður minst møguligt. Sniðið á skrokkinum ger, at hann gevur minst møguliga mótstøðu undir sigling. Motorurin, Wärtsila 31, er tann mest orkusparandi á marknaðinum. Motorurin hevur katalysator (SCR) fyri at minka um útlátið, og lýkur hann IMO Tier III-krøvini. Spillhiti frá motorinum verður brúktur til upphiting, sigur Bogi Rasmussen.

Við bryggju kann skipið binda í landstreym. Um ongin landstreymur er, verður umhvørvisvinarligur havnageneratorur brúktur, ið gevur lítið ljóð frá sær.

Nýggja skipið hevur elektrisk spøl og fiskapumpur, ið krevja minni orku enn hydraulikkspøl. El-orka verður genererað, tá trolið verður skotið, og verður millum annað brúkt til køliskipanina.

Skipið hevur tríggjar RSW køliskipanir á 1100 kW og eina lítla skipan til viðlíkahaldskøling. Hetta gevur eina effektiva køling av fiskinum í tangunum. Snið og stødd á tangunum gera sítt til at veiðan verður væl handfarin.

– Orsøkin at vit velja at skifta skipið út nú er millum annað, at nú eru trygg viðurskifti innan fiskivinnuna í Føroyum, so at vit vita, at vit kunnu virka í 12 ár fram í tíðina. Ein orsøk er eisini, at verandi Christian í Grótinum er 17 ára gamal, og tá má ein hugsa um at endurnýggja flotan, sigur Jan Petersen, stjóri í Christian í Grótinum samtakinum.