Sálarsjúka er ikki eitt val - politikkur er

Mikukvøldið 30. novembur kl. 19.00 skipar Sinnisbati fyri valfundi í Smæruni. Vit varpa ljós á sálarheilsu og psykiatriska økið í Føroyum, og tær avbjóðingar, ið standa fyri framman.

 

WHO metir, at sálarheilsutrupulleikar eru ímillum størstu og kostnaðarmiklastu avbjóðingarnar, og at vit í løtuni eru í eini altjóða sálarheilsukreppu. Hóast hetta, eru møguleikarnir fyri at kunna fáa hjálp og viðger - her og nú - rættiliga sperdir.

 

Vit síggja eitt stórt trýst á almennu skipanunum í Føroyum við longum bíðirøðum til m.a útgreining, sálarhjálp og viðger, vardum bústøðum, umlætting og frítíðartilboðum.

 

Tað er umráðandi at fáa loyst ítøkiligu trupulleikarnir, soleiðis at tey, sum hava tørv á hjálp, fáa hjálp. Vit standa tó eisini við stórum skipanarligum avbjóðingum, ið tørva heildarloysnir og langtíðarætlanir fyri at kunna lyfta alt økið og røkka á mál.

 

Sinnisbati ynskir tí at skipa fyri einum kvøldi, har vit skifta orð um hesar avbjóðingar, og hvussu hesar kunnu loysast. Tí verandi støða er ikki nøktandi.

 

Kvøldið verður skipað í tveimum umførum. Fyrst verður orðaskifti við viðkomandi fakfólk á økinum.

 

Tey, ið koma at skifta orð, eru:

- Asta Marjunardóttir, trivnaðarstjóri í Almannaverkinum

- Signhild Johannesen, forkvinna í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar

- Suni Poulsen, verkætlanarleiðari fyri royndarskipanini við ókeypis sálarhjálp til ung - Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum

- Margreth Olsen, stjóri á Sernámi

 

Í næsta umfari sleppa valevnini í politisku flokkunum framat og fara at tosa um, hvørjar ætlanir tey hava í einum komandi løgtingsskeiði.

 

Møguleiki verður fyri at seta valevnunum spurningar.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit vóna at síggja nógv fólk.