Sadio Mané kunngjørdur í Bayern

Eftir seks ár í Liverpool er Sadio Mané nú kunngjørdur í Bayern Munchen

Mynd: (Bayern Munchen)

Bayern Munchen hevur kunngjørt triðja keypið í summar. Fyrst komu Noussair Mazraoui og Ryan Gravenberch úr Ajax, og í gjár bleiv Sadio Mané kunngjørdur. Hann hevur síðani vikuna upp til Champions League finaluna verið settur í samband við Bayern Munchen.

 

- Tíðin er komin til eina nýggja avbjóðing. Eg fari altíð at halda við Liverpool, og eg eigi enn míni hús í býnum. Tá tú hevur spælt á Anfield, so fert tú altíð at sakna viðhaldsfólkini og stemningin, men nú er tíðin komin at royna nakað nýtt. Mær nýttist ikki at hugsa tvær ferðir, tá Bayern Munchen vísti áhuga, segði Sadio Mané millum annað í samband við skiftið.

 

Hann var fyrsta stórkeypið, tá Jurgen Klopp keypti hann úr Southampton í 2016. Hann gjørdi mun frá fyrsta dysti og hevur skorað 120 mál í 269 dystum. Hann var eisini við til at vinna Liverpool fyrsta enska meistaraheitið í 30 ár, og eisini var hann við til at vinna Champions League, FA Cup, Liga, FIFA World Club Cup og European Super Cup.

 

Sadio Mané, sum er úr Senegal, er 30 ára gamal og kostar Bayern Munchen um 300 milliónir krónur. Liverpool hevur longu keypt avloysarar til fremstu plássini. Í vetur kom Luis Díaz úr FC Porto, og í summar hevur felagið eisini keypt 22 ára gamla áleyparan Darwin Núñez úr Benfica.

 

Mynd: (Bayern Munchen)