Sævarmoy spurtaði seg til sigurin

Barnaróður dreingir: Spenningurin var øgiligur millum teir úr Sørvági, Havn og Klaksvík

Tað var Sævarmoy hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum vann fyrstu finaluna í barnaróðrinum millum dreingir. Sævarmoy var bara stóran stavnin undan Dúgvuni úr Sørvági, sum var skutin undan Títlingi hjá Havnar Róðrarfelag.

 

Í innleiðandi riðlunum átti Sævarmoy nógv bestu tíðina. Men í finaluni var starturin hjá klaksvíksdreingjum ikki góður. Sævarmoy var í minsta lagi eina bátslongd frá teimum fremstu, og tað er nógv at vinna aftur, tá ið róðrarteinurin er 500 metrar.

 

Starturin hjá Dúgvuni, Títlingi og Kolli úr Kollafirði var væl breti enn hjá Sævarmoy. So komu klaksvíkingarnir á lagi, og seinna partin av stutta teininum munaðu tøkini hjá teimum væl meiri, enn tey gjørdu hjá hinum manningunum.

 

Men tað var ikki fyrr enn í tíggju teimum síðstu tøkunum, at Sævarmoy legði seg upp á síðuna á Dúgvuni og so smoygdi sær framvið og vann.

 

 

 

 

 

5 MANNAFAR BARNARÓÐUR DREINGIR

 

FINALA

 

 

Navn

 
 

Nr.

 
 

Tið

 
 

Stig

 
 

Gult

 
 

Reytt

 
 

Sævarmoy

 
 

1

 
 

03:03.23

 
 

7

 
 

0

 
 

0

 
 

Dúgvan

 
 

2

 
 

03:03.31

 
 

6

 
 

0

 
 

0

 
 

Títlingur

 
 

3

 
 

03:04.28

 
 

5

 
 

0

 
 

0

 
 

Kollur

 
 

4

 
 

03:06.03

 
 

4

 
 

0

 
 

0

 
 

Tjaldrið

 
 

5

 
 

03:10.28

 
 

3

 
 

0

 
 

0

 
 

Tistil

 
 

6

 
 

03:15.30

 
 

2

 
 

0

 
 

0

 
 

Havfrúgvin

 
 

7

 
 

03:18.27

 
 

1

 
 

0

 
 

0

 
 

Leikalind

 
 

8

 
 

03:21.00

 
 

0

 
 

0

 
 

0

 
 

Royndin Fríða

 
 

9

 
 

03:30.18

 
 

0

 
 

0

 
 

0

 
 

Geytin

 
 

10

 
 

03:36.16

 
 

0

 
 

0

 
 

0