Elias og Sävehof eru svenskir meistarar

Sävehof vann 30-27 í triðju meistaraskapsfinaluni, og vann harvið finaluuppgerðirnar við samlað 3-0

Elias Ellefsen á Skipagøtu Ellefsen og liðfelagarnir í Sävehof eru svenskir meistarar aftaná sigur í triðju meistaraskapsfinaluni móti Skøvde. 

 

Undanfarnu meistaraskapsfinalurnar vann Sävehof 38-37 og 32-22.

 

Sävehof vann dystin í Partille í kvøld 30-27. Í steðginum var Sävehof á odda 14-11. Sävehof var á odda allan seinna hálvleik. Tað nærmasta Skøvde kom í seinna hálvleiki var 24-26 og 27-29. 

 

Sigurin merkir, at Sävehof hevur vunnið tríggjar av fimm møguligum meistaraskapsfinalum, og eru harvið svenskar meistarar í manshondbólti 2021.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fýra mál, øll uppá brotskøst. Elias brendi eitt brotskast, men legði upp til mál hjá øðrum, og vann Sävehof fleiri brotskøst og hevði gjøgnumbrot, har verjuspælarar hjá Skøvde fingu tvær minuttirs útvísingar fyri at taka Elias ov harðliga í verjuni.

 

Miðlahúsið ynskir Eliasi og liðfeløgunum í Sävehof hjartaliga tillukku við meistaraheitinum.