Safir á pall klokkan 19:30

Bólkurin, sum flest minnast frá 90`unum, fer á pall klokkan 19:30

Eftir fyrstu og einastu fløguna, ið kom út í 1996, hevur tað verið rættiliga kvirt um Safir. Teir spældu á Voxbotn fyri nøkrum árum síðani, og síðan hava teir báðir Janus Trúgvason og Tór Verland Johansen javnan jammað saman og verið í upptøkuhølinum. So seint sum í hesum mánaðinum gjørdu Safir comeback við EPini ”Safir TVEY” eina fjórðingsøld eftir debutina.

 

Safir eru kendir fyri at viðgerða lívsins viðurskifti, spurningar og svar á ein lættan, sjálvironiskan og skemtiligan hátt. Løg sum ”Høgra jamm” og ”Tú ert so deilig” eru altíð nakrir tryggir vinnarar at tendra í hátalaranum til festlig høvi. So vit ivast ikki í, at tað verður eitt skemtiligt og nostalgiskt upplivilsi á Effo pallinum klokkan 19:30