Sálarhjálp skal takast í størri álvara 

Javnan hoyrast neyðarróp frá avvarðandi hjá psykiatriskum sjúklingum, at sjúklingar ikki fáa bráðfeingis sálarhjálp. 


Fólk, sum møta upp á skaðastovuni við átrokandi tørvi á hjálp, verða vend í hurðini við grundgevingini, at psykiatriski depilin ikki tekur fólk inn.


Tí hevur Eyðgunn Samuelsen spurt landsstýrismannin, um persónar, sum venda sær til heilsuverkið við bráðfeingistørvi á sálarhjálp, verða heimsendir uttan at røttu fakfólkini gera meting av viðkomandi. 


Harumframt vil hon hava at vita, nær ein skipað sálarfrøðilig skaðastova verður klár. 


Les fyrispurningin her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10087