SALT-fløgan endurprentað

Í november mánaði 2004 gav sangbólkurin SALT út sína fyrstu fløgu.

Fløgan varð væl móttikin, og vísti tað seg skjótt at hon eisini var rættiliga væl umtókt.
Hon hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum, og nøkur av løgunum hava eisini verið við í 15 teimum bestu.
Longu í desember mánaði vóru øll 2.500 eintøkini seld, og gjørdist hon sostatt mest selda fløgan í 2004, hóast sølutíðin bert var 1 mánaður.
Fløgan varð eisini nominerað at vera ein av teimum trimum bestu fløgunum í sambandi við Atlantic Music Event.
Fløgan er nú endurprentað og øll tey mongu, sum hava bíðað eftir henni kunnu nú fáa hana til keyps í handlum kring landið.