Saltur sperðil til Hovs og skuffukaka til Vágs

Sangurin hjá Pipar og Salt, Lat tey vita at Ólavsøka er, var ofta at hoyra á Ólavsøku. Suðuroy tú mundi doyð, men hjálp skal fá á deyðans strá.

Sangurin hjá Pipar og Salt, Lat tey vita at Ólavsøka er, var ofta  at hoyra á Ólavsøku. Suðuroy tú mundi doyð, men hjálp skal fá á deyðans strá.  

 

Tað sum almennu Føroyar og landskassin ikki megnaðu, tað megnaði ein fíggjarliga sterk privat fyritøka. Her tosi  eg um  uppisjóvarvirkið á Tvøroyri hjá Varðin Pelagic.

 

Tí er  altavgerandi við  figgjarliga sterkum fyritøkum, sum hava ráð at gera stórar íløgur.  Einans á henda hátt fáa vit ein nátúrligan búskaparvøkstur, har vinnan skapar vøkstur. Fólkaflokkurin ynskir,  at vinnan skapar vøksturin.

 

Fyri ikki langt síðan bleiv  tosað um kreppupakka til Suðuroynna, tí fólkatalið minkaði í stórum, og tosað bleiv um, hvat gerast skuldi.  Eitt er vist,  tað almenna og landskassin  høvdu ikki bygt uppisjóvarvirki, hvørki á Tvøroyri ella í Fuglafirði,  og  vóru vit  hesi arbeiðsplássini fyriuttan í dag.  

 

Tað var ikki tað almenna, sum skapti lív aftur í Suðuroynna.    Harafturímóti bygdi felagið Varðin eitt nútímans  uppisjóvarvirki á Tvøroyri. Hetta  skapar  nógv arbeiðspláss og lív er komið í aftur á  Tvøroyri. Eg vil her nýta høvi at ynska Varðanum bestu eydnu.

 

Hetta hendi alt undir verandi skipan við fólkaflokkinum á odda. Fólkaflokkurin skapti lív í  aftur  á Tvøroyri.

 

Tí er altavgerandi, at vit hava fíggjarliga sterkar og vælfunderaðar fyritøkur, sum hava ráð at gera stórar íløgur, sum  skapa arbeiðspláss. Einans soleiðis fáa vit ein  náttúrligan vøkstur. Hetta hendir einans við fólkaflokkinum á odda.

 

Veljari, avgerðin er tín. Um tú ynskir at varðveita verandi búskaparvøkstur,   har øll tøl peika rættin vegin, so er eitt at  gera og valið er einfalt. Vel Fólkaflokkin.

X við fólkaflokkin

X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

                                                      Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

                                                                        Løgtingslimur.