Sam Vang vann á sundalagsstevnu

Leygarmorgunin bleiv 3.umfar í Grand Prix fyri vaksin avgreitt í Kollafirði. 38 menn og 10 kvinnur gjøgnumførdu tann 7 km langa teinin. Harafturat var eisini barnarenning á skránni, og her vóru íalt 40 luttakarar. Úrslitið hjá monnum varð, at Sam Vang vann dystin, meðan Andrias Hansen endaði á øðrum plássi. Eitt sindur aftanfyri hesar báðar komu Jan Hilmar Sørensen, Hallur Holm, Henry Olsen og Eirkur Hansen. Hjá kvinnunum vann Bjørk Herup Olsen sannførandi. Á øðrum plássi var Rebekka Fuglø og Birna Abrahamsen kom inn á triðja plássi. Ein kvinnuveteranur var við í kappingini, tað var Laila Jacobsen. Hjá mannligu veteranunum vann Josvein Herup Olsen og honum á baki komu Jógvan Thomsen og Pól Sundsskarð. Hjá superveteranunum endaði eisini sum seinast við Heðini Jóhannesen á fyrsta plássi frammanfyri Jens Weihe og Steindor Hjaltalin.