Sámal Erik er aftur á Argjum

AB hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Sámal Erik Hentze

AB hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Sámal Erik Hentze, sum verður venjari hjá felagnum. Tað hava verið samráðingar millum AB og Fótbóltssambandið at fáa loyvi til, at seta Sámal Erik Hentze, ið eisini er U21-landsliðsvenjari.

 

Argja Bóltfelag er aftur í Betri deildini, eftir at felagið bleiv nummar tvey í næstbestu deildini í ár. Felagið hevur gjørt sáttmála við málverjan hjá EB/Streymi, Róa Zachariasen. Tað eru tekin um, at hetta ikki er einasti spælarin, sum kemur til felagið undan komandi kappingarár.

 

Hetta er fjórðu ferð, at Sámal Erik Hentze tekur við sum venjari hjá AB. Samrøða við Sámal Erik Hentze verður á in.fo um eina løtu. 

 

AB skrivar:

 

- Argja Bóltfelag kann við gleði og stoltleika kunngera, at tað verður Sámal Erik Hentze, ið vit eisini kenna sum Bagge, sum verður venjari hjá nýuppflutta besta mansliðnum hjá AB. Partarnir hava skrivað ein trý ára sáttmála.

 

- Sámal Erik Hentze er eitt kent navn í AB. Hetta er fjórða ferðin, at hann byrjar í sessinum sum venjari hjá okkara besta mansliði. Í 2002 flutti hann besta mansliðið upp í næstbestu deildina á fyrsta sinni, í 2012 flutti hann liðið upp í bestu deildina, og bæði í 2013 og 2015 eydnaðist tað honum at venda skútuni og tryggja sætið í bestu deildini, tá tað annars líktist greiðum niðurflytingum.

 

- Tað er tó eisini hjá øðrum feløgum, at Sámal Erik Hentze hevur prógvað seg sum ein av Føroya bestu venjarum, tí hann hevur heili fýra føroyameistaraheiti at vísa á. Í 2009 vann hann FM við HB, í 2014 við B36 og í 2016 og 2017 við Víkingi.

 

- Í løtuni er hann eisini venjari hjá føroyska U21-landsliðnum, har úrslitini eisini hava verið sera góð. Bagge hevur sáttmála við FSF tað, sum er eftir av núverandi undankapping, ið endar í summar, og harvið fer hann at hava ábyrgd av fýra landsdystum afturat venjarastarvinum hjá AB. Vit eru takksom fyri, at FSF letur Sámal Erik Hentze byrja í øðrum starvi, hóast hann eisini hevur annað venjarayrki at taka sær av.