Samanlegging til heimsins fjórðstørsta bilframleiðara

Fiat Chrysler og felagið handan Opel, Peugeot og Citroën fer undir navninum Stellantis at hugsavna seg mera um elbilar.

Fiat Chrisler og franski bilframleiðari PSA Group, sum eigur Opel, Peugeot og Citroën, kunngjørdi í gjár leingi ætlaðu samanleggingina.

Nýggi samanlagdi bilframleiðarin, sum fær navniðStellantis, verður heimsins fjórðstørsti bilframleiðari. Teir fara at hava nóg mikið av tilfeingi til at kunna fíggja nýggjar framleiðslur af elbilum og kappast meira við størri kappingarneytar sum Toyota og Volkswagen.

Tað hevur tikið yvir eitt ár hjá italsk-amerikonnsku og fronsku bilframleiðarunum at enda avtaluna, sum er 52 milliardir dollarar verd, tað er yvir 320 millardir krónur.

Samráðingarnar hava verið trupular av covid-19-farsóttini. Ætlanin var at fremja samanleggingina í oktober í 2019, tá málið var at skapa ein bólk við eini árligari sølu upp á umleið 8,1 milliónir bilar.

Partabrøv í Stellanitås verða at fáa í Milano og París mánadagin og í New York týsdagin.

Ovasti stjóri fyri bólkin verður toppstjórin í PSA, Carlos Tavares.

Nú verður fylgt væl við, hvussu Tavares fer at klára stóru avbjóðingarnar, sum bólkurin hevur. Tað snýr seg millum annað um framleiðslumegi og vánalig úrslit á kinesiska marknaðinum.

FCA og PSA hava sagt, at Stellantis kann spara fimm milliardir evrur upp á árligu útreiðslurnar uttan at steingja verksmiðjur. Íleggjarar bíða spentir upp á at frætta nærri um, hvussu tað skal gerast.

Marco Santino frá ráðgevingarfelagnum Oliver Wyman, sigur, at Tavares hevur víst, at hann kann handla og ikki bara tosa. Sá greinarin væntar ikki, at smálutir í ætlanunum verða almannakunngjørdar.

Franski staturin, sum er millum størstu partaeigararnar í PSA Group, fer at eiga 6,2 prosent í Stellantis gjøgnum bankan BPI France.

Høvuðspartaeigari verður Exor, sum ovurríka italska Agnelli-familjan eigur, er ein av teimum upprunaligu stovnarunum av Fiat. Afnewlli fer at eiga 14,4 prosent av partabrøvunum.

/ritzau/Reuters