– Samarittarnir eru fantastiskir

Samarittarnir eru sum ikki einaferð klárir til ólavsøkuna, og tað kemur væl við hjá politinum

Ein broyting seinastu árini er, at væl fleiri samarittar eru blivnir partur av býarmyndini til øll tey stóru tiltøkini - harímillum til ólavsøku. Tað verða teir aftur í ár, og tað fegnast tey um hjá politinum.

 

– Nú hava vit samarittar, sum taka sær av fullum fólki. Fyrr lá uppgávan fyri tað mesta hjá okkum. Samarittarnir gera eitt kempi arbeiði. Teir eru fantastiskir, sigur Jógvan Páll Joensen, sum er leiðari fyri tilbúgvingina hjá politinum.

 

– Samarittarnir ganga runt og hjálpa fólki. Teir hava eina fakliga vitan innan heilsuøkið. Teir vita, hvussu teir skulu fyrihalda seg til fólk, sum hava fingið for nógv at drekka og so víðari. Teir hava betri vitan um tað enn vit. So tað hjálpir okkum nógv, sigur hann.