Samba og Sebastian settu tingini upp á pláss

Seinna hálvleik var álopsspælið hugflogsríkt og vandamikið, tá ið B68 á útivølli vann ímóti AB

Tað hevur sæð svart út, og stigatalvan sigur, at allar súðir ikki enn eru syftar. Men gongdin seinastu dagarnar hevur verið so mikið góð, at tað av álvara er farið at lýsna.

 

-Vit hava kent okkum at hava marginalirnar ímóti okkum, men á Skála og aftur í kvøld kendu vit, at tað koppaði okkum til fyrimunar, staðfestir væl nøgdi B68 liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen.

 

Eftir 2-1 sigur á Skála fyri fáum døgum síðani hevur B68 í kvøld smurt AB av á útivølli. AB átti í góðveðrinum í kvøld heimavøll í Gundadali, og B68 spældi í seinna hálvleiki argjamenn heilt út av vøllinum.

 

Øll málini vórðu skorað eftir smáum 20 minuttum seinnapartin av 2. hálvleiki, og tað vóru vorðin sum mál. Samba setti hol á við rimmar langskoti úr 18 metrum eftir horna úr høgru og útfrá, og eitt lítið korter seinni økti Sebastian Lau Nielsen við Panenka brotssparki, tá ið málverjin tveitti seg til vinstru, og bólturin í bleytum boga sigldi mitt í málið.

 

Og toftamenn høvdu meiri av søtum fótbóltsundirhaldi í posanum. Fýra minuttir eftir 2-0 málið var Sebastian Lau Nielsen aftur upp á spæl. Aleksandur Ó. Olsen legði innfyri úr høgru, og við nærra stólpa heilfluktaði Sebastian Lau Nielsen heilt akrobatiskt bóltin dygst inn við nærra stólpa.

 

AB kendi ikki sína vitjunartíð í fyrra hálvleiki, tá ið argjamenn vóru leikliga omaná og spældu seg til málmøguleikar. Eftir steðgin vóru toftamenn sum hamskiftir. Talan var um liðavrik, krydrað við stórum einmansavrikum, meðan heimamenninir høvdu meiri enn ilt við at finna hvønn annan, og sum kendust vera alt meiri máttleysir, sum tíðin leið.

 

B68 hevur nú 11 stig og er eitt stig aftanfyri 07 Vestur, sum sunnudagin fær vitjan av B36. AB hevur 16 stig og er á sætta plássið.

 

 

 

AB – B68 0-3 (0-0)

 

0-1: Mohamed Samba 65. 

 

0-2: Sebastian Lau Nielsen br 79.

 

0-3: Sebastian Lau Nielsen 83.

 

Dómari: Petur Reinert

 

AB: Rasmus Jepsen-Jacob – Michael Alexander Smith, Onni Tiihonen, Erik MCCue, Teitur D. Olsen – Ragnar Skála, Coby J. Atkinson (Agustin Marsico, 81.), Mathias Præst Nielsen – Marius Kryger Lindh, Ronnie Azodo, Oleksandr Snizhko (Karl Dreier Leth, 67.)

 

Gult kort: Coby J. Atkinson, Onni Tiihonen

 

Venjari: Jonas Dal Andersen

 

B68: Rói Mørk Hentze – Gilli Samuelsen (Tonni J. Thomsen, 33.), Aidan Liu, Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Jensen – Aleksandur Ó. Jensen, Hugin Samuelsen, Esmar P. Clementsen – Mohamed Samba, Steffan A. Løkin (Sebastian Lau Nielsen, 53.), Boubacar Dabo

 

Gult kort: Steffan A. Løkin, Sebastian Lau Nielsen, Aleksandur Ó. Jensen, Bárður Ó. Jensen

 

Venjari: André Olsen