Samband er millum Russland og Ukraina

Almenna talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, sigur, at samband er millum londini á samráðingarøkinum.

 

Í morgun skriva russiskir miðlar, at ávísar samráðingar eru í gongd millum Russland og Ukraina.

 

Almenna talskvinnan fyri russiska uttanríkisráðið, Maria Zakharova, sigur, at samband er millum londini á samráðingarøkinum.

 

Hetta skrivar almenna russiska tíðindastovan, Tass, ið endurgevur Sputnik Radio, sum ber hesi tíðindi.

 

Tað kom annars stígur í samráðingarnar millum londini eftir avdúkingarnar um hópavrættingar í økjum, har russiski herurin hevði havt valdið.