Gunnar Isfeld
---
“Leiðin til vøkstur og vælferð” er floksmotto’ið hjá Fólkaflokkinum. Eg ivist ikki í, at nýggja leiðin hjá hesum landi veruliga fer at skapa vøkstur og vælferð hjá summum – ja fleiri fólkum! Men eg haldi ikki at “summi” er tað, sum liggur í floksnavninum, har “fólk” er sentrala orðið.
Hesin traditiónsríki flokkur kallar seg eisini ein “borgarligan tjóðskaparflokk” og gamla navnið, sum teir eftir øllum at døma vilja krógva burtur, sum jú m.a. innihelt “radikalt sjálvstýri” kundi bent á, at vit hava við ein flokk at gera, sum ynskir sjálvræði fyri Føroya fólk – ella ynskti tað.
Men hvat man hesin flokkur halda um sjálvræði, sjálvstýri ella bara fíggjarligt sjálvbjargni í dag?
Í valskrá floksins stendur m.a.
- Vit vilja gera arbeiðið liðugt við nýggjari stjórnarskipan.
- Vit vilja, at vit skulu reka okkara egna uttanríkispolitikk við fullari ábyrgd.
Okey. Men bíða líka. Arbeiðið við nýggjari stjórnarskipan er hildið uppat, nú hesin flokkur kom fram at valdinum!
Hvussu er so við hinum, “okkara egna uttanríkispolitikk”, sum fólkaflokkurin vil reka “við fullari ábyrgd”?
Jú tann munandi styrkti Fólkaflokkurin, vit í dag síggja í samgonguni, hevur avtikið Uttanríkisráðið. Hetta var annars júst tann parturin av stjórnarvaldinum, sum fólkafloksformaðurin stóð á odda fyri í seinastu samgongu, sum flokkurin var við í. Hann kann ikki hava havt serliga stórar tankar um hetta aðalráð, tá hetta sum tað einasta bleiv avtikið. Flokkurin annars hevur sambært valskránni aðra áskoðan hesum viðvíkjandi, sum vit sóðu omanfyri.
Men uttanríkisviðurskifti eru helst í góðum hondum nú undir sambandsformansins leiðslu. Sambandsflokkurin hevur annars verið ein tann minst ídni flokkurin, tá prát hevur verið um henda førleika – uttanríkisviðurskifti.
Sjálvbjargni
Um vit taka ein av fólkafloksins løgtingsmonnum, Jógvan á Lakjuni, so sigur hann um fíggjarligt sjálvbjargni og blokkstuðul:
“Tá ið vit nú upp í saman hoyra Sambandsflokkin siga, at vit skulu fara niður til Danmarkar at biðja um meira blokk, so haldi eg ikki, at hetta er rætt at gera.
Fyri tað fyrsta er tað at kasta torvmold í eyguni á fólki at billa teimum inn, at um vit senda fólk niður til Danmarkar at biðja um fleiri pengar, so fara danir beinanvegin at gera, sum vit siga.
Danmark hevur í ár dupult so stórt undirskot á fíggjarlógini pr. íbúgva, sum vit hava – og skulu fólk, sum eru verri fyri enn vit, gjalda fyri okkum – hvat er hetta fyri nakað?”
Ja, púra samdur Jógvan. Hvat er hetta fyri nakað?
Hetta er so í øllum førum tað, tit eru farnir í holt við í sambandsgonguni. Móti endanum á hesari grein Jógvans, sum er at finna á heimasíðu fólkafloksins, sigur hann heilt í tráð við valskránna:
“Fólkaflokkurin er ein borgarligur tjóðskaparflokkur og hevur sum stavnhald, at í Føroyum skulu føroyingar ráða.”
Og lat meg her undirstrika, at “borgarligur tjóðskaparflokkur” merkir ikki “ein flokkur fyri tjóvar sum verja sína borg”, sum mann fær hug til at halda til tíðir, um fylgt verður við í gerðum og útsøgnum fólkafloksmanna.
Nú í seinastuni hava vit frætt, at eisini innanhýsis í Fólkaflokkinum eru tað nakrir borgharrar, sum verja borg. Júmen er tað ikki tað “borgarligur” merkir?