Sambandslistin klárur

Sambandsflokkurin liðugur við uppstillingina í Suðurstreymoy

Føroya Væl - valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy stillar 12 valevni upp til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu 9. november - níggju mans og tríggjar kvinnur. Býráðslimirnir Heðin Mortensen, Høgni Mikkelsen og Beate L. Samuelsen stilla uppaftur. Fjórði býráðslimur Sambandsfloksins, Schuman Hjaltalin, stillar ikki uppaftur. Hann hevur sitið 12 ár í býráðnum
Listin sær annars soleiðis út:

1. Heðin Mortensen býráðslimur Tórshavn
2. Høgni Mikkelsen, býráðslimur Tórshavn
3. Beate L. Samuelsen býráðslimur Tórshavn
4. Annfinn Brekkstein, borgarstjóri Velbastaður
5. Bent Jákup Hansen, Argir
6. Bjørg Dam, Tórshavn
7. Carina Fagralón Kollafjørður
8. Bjarti Thomsen, Nólsoy
9. Jóhan P. Johannesen, lærari Argir
10. Steinfinn Mittelstein, sølumaður Tórshavn
11. Rasmus A. Joensen, skrivstovumaður Tórshavn
12. Hans Albert Hansen, búskaparfrøðingur Tórshavn