Klokkan 16 í dag er Tórsvøllur karmur um veteranlandsdyst millum Føroyar og Ísland.
Dysturin er komin í lag eftir áheitan frá íslendingum, sum á hendan hátt vilja vísa sítt takksemi fyri hjálpina, sum Føroyar hava veitt íslendingum, nú búskaparkreppan hóttir alt íslendska samfelagið.
Hartil er talan eisini um vælgerðardyst, har peningurin fyri atgongumerkjasøluna fer óskerdur til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum. Rás2, sendir beinleiðis frá dystinum, og eisini skipar rásin fyri SMS-innsavnan til barnadeildina. Skrivar tú ?LSH? í einum SMS-boðum og sendir tey til 1940, letur tú 20 krónur til endamálið.
Jens Martin Knudsen og Uni Arge hava staðið fyri úttøkuni av føroyska liðnum, og teir hava valt sær hesar spælarar:
Jens Martin Knudsen
Kaj Leo Jóhannesen
Hans Fróði Hansen
Jens Christian Hansen
Uni Arge
Sámal Joensen
Jens Erik Rasmussen
John Petersen
Allan Mørkøre
Gunnar Mohr
Jákup Eli Olsen
Kári Reynheim
Magni Jarnskor
Bjarki Mohr
Jákup S. Simonsen
Janus Rasmussen
Ingi Rasmussen
Djóni Joensen