Samfelags­frøði og veru­leikin

John av Reyni, formaður, Sosialistisk Ung
-----

Tað var sera undrunarsamt at lesa skrivið hjá skriv­ara­num í Føroya Lærarafelag fyrr í dag har millum annað var sagt at
“Tað munnu vera sera fáir lærarar í søgu, sum ikki eisini hava sam­felags­frøðina við í undirvísingini" Eisini segði hann
“Samfelagsfrøði er longu í fólkaskúlanum, so tá løg­tingslimir ikki vita betur, hevði tað hjálpt um leitað varð eftir upplýsingum á røttum stað og Føroya Lærarafelag hevði heilt víst verið ført fyri at kunna um málið, leggur hann afturat”
Upprunaliga kom hetta uppskot frá ung­manna­felagnum, hetta tí, at sam­felagsfrøðiligi parturin av søgu og samtíð, er sum nú lagdur í eina læruætlan, men hon er galdandi fyri báðar lærugreinarnar og tí er tað soleiðis, at lærarin leggur størsta dentin á tað, hann dugir best, ella har størsti áhugin er.
Tí verður tað tilvildin, ið ræður, og tað er ein sann­roynd, at undirvísingin og innihald í søgu broytist nógv frá lærara til lærara.
Vit í Sosialistiskum Ung­­um, hava nógvar virk­nar ungdómar og um­boða tey rættiliga nógv­ar fólkaskúlaflokkar til­­­sam­ans, man tað vera ein undir­meting hjá skrivaran­um í FLF um støðuna, inn­an sam­felags­frøðiligu undir­vís­ingina?
Tað meta vit, tí hesi ungu fólk, siga at veru­leik­in, er ein heilt annar inn­an skúlans fýra vegg­ir, Tað er heilt upp til lær­arin, einki nágreiniligt er kravt og vansin er, at summi ikki fáa tí nøktandi sam­felagsfrøðiligu undir­vísingina.
Um hetta ikki var ein trupulleiki, høvdu politisku ungmannafeløgini ikki tikið málið upp!
Teir allar flestu fólka­skúla­lærararnir/næm­ing­arnir, sum vit í ungmanna­felagnum hava prátað við, stuðla hesum uppskotinum. Tískil skilji vit ikki heilt, hví fari verður upp, at verja kong, hetta er jú fyri at menna næmingin!
Satt er, at tað er ein trupulleiki, at tímatalið er ov lítið, men tað at "øsast og undrast" um uppskotið um samfelagsfrøði, sum ungdómurin sjálvur hevur arbeitt fyri at fáa lagt fram á Tingi, er ógjøgnumhugsað.
Kjakið um tímatal, eig­ur ikki at niðurkøva eitt annað, tað er als ikki stimbr­andi fyri okkara ung­dóm, ið ynskir at læra og at mennast! Latið okkum lurta eftir hvat næmingarnir siga og ynskja.