Men framburðurin verður nú hóttur av samgonguni, sum ístaðin fyri at gera tiltrongdar ábøtur her á landi, gevur 400 milliónir krónur til danir komandi ár. Vandi er fyri halli á fíggjarlógini komandi ár.
Allar staðir í samfelagi okkara eru stórar almennar uppgávur at loysa. Vit fingu ikki loyst mangar av hesum uppgávum orsaka av kreppuni. Men nú kunnu vit. Hesar uppgávur krevja, allar sum ein, stórar upphæddir til íløgur umframt rakstur (t.d. neyðug útbygging av ellis og røktarheimsøkinum).
Tað sæst á heilsuverki okkara, at tað hevur mist unleið 1 milliard krónur, síðan kreppan setti inn. Bert til viðlíkahald av verandi bygningum innan sjúkrahúsverkið krevjast 500 - 600 milliónir kom-andi 10 árini.
Somuleiðis skulu stórar upphæddir til innan samferðslukervi okkara. T.d. nýggj Suðuroyarferja (300 milliónir) eins og Leirvíkstunnil (350 millionir).
Innan skúlaverkið skulu eisini nýtast hundratals milliónir krónur komandi árini til víðlíkahald, nýbygging og rakstur.
Pensiónirnar eru afturútsigldar, og eiga at hækkast.
Innan stóra økið hjá Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum (MBF) skal nógv gerast, tí á nærum øllum økjum teirra eru viðurskiftini ikki nøktandi. O.m.a.
Innan øll omanfyrinevndu økir er tørvurin kannaður og ávístur.
"Bert" skal peningur til á fíggjarlógini fyri at fáa viðurskiftini gjørd. Tað vil siga, at politiski viljin tørvar. Tí á hesum økjum er politiski viljin tað sama sum ein upphædd á fíggjarlógini.
Talan er um pening - í fleiri førum - til íløgur og síðan víðlíkahald og rakstur hvørt einasta ár framyvir.
Júst hesi viðurskiftir kunnu vit fáa framt nú, tí fíggjarligi møguleiki er til staðar. Men frá 1.jan roynir loysingarsamgongan at skerja hendan møguleika. Teir vilja heldur nýta hendan pening til loysing.
Danir ynskja helst Kallsberg og Hoydal eftir komandi val:
Men ístaðin fyri at loysa uppløgdu uppgávurnar her á landi, so fáa danir nú umleið 400 milliónir krónur fleiri frá loysingarsamgonguni at loysa sínar egnu uppgávur í Danmark. Vit kunnu tí siga, at danir hava gjørt kvetti av at hava Høgna Hoydal og Kallsberg "stýrandi" í Føroyum. Hesir, ið ofra vælferð føroyinga fyri loysingina. Helst ynskja danir at síggja hesar í samgongu eftir eitt komandi val. Danir gera nevniliga kvettið, ímeðan økir her á landið liggja í skeljasor. Tað er púra greitt, at teir tæna ikki Føroyum, sum teir arbeiða. Um stutta tíð ætla teir so at selja arvasilvurið, so føroyingar av álvara koma at gerast trælir í egnum húsi, sveittandi, fyri at avkastið í útlendskum partafeløgum verður so stórt sum møguligt.
Núverandi samgonga royndist okkum sera illa. Tað er vist. Teir hava nevniliga víst, at teir ikki hava nakran vilja at bøta um vælferðartænastur føroyinga. Tann peningur, ið skuldi nýtast til tað, verður settur í Landsbankan, har vit síggja eitt falskt yvirskot.
Vónandi verða hesir útskiftir eftir eitt komandi val
Eg vóni, at hendan skaðiliga samgongan eftir eitt komandi val fær durafjórðingin, og at ein komandi samgonga fær ríkisveitingina uppá pláss aftur, so neyðug útbygging verður av økjum her á landi, sum ídag liggja í órøkt.
Vit sambandsfólk eru góð við Føroyar. Og íbúgvar tess. Vit slakta ikki vælferðarsamfelagið fyri eina loysing.
Nógvar staðir í landi okkara er neyð - orsaka av ynski samgongunar at vísa fram eitt ovurstórt yvirskot, heldur enn at loysa tiltrongdar uppgávur. Tað má broytast nú.