Samgongan vil ikki strika minstamarkið

Landsstýrismaðurin við vinnumálum vildi, tá ið hjálparpakki 2 varð samtyktur í løgtinginum 7. apríl, áseta eitt minstamark fyri, hvussu lágar tær føstu útreiðslurnar hjá eini fyritøku kundu vera fyri at fáa endurgjald fyri mistar inntøkur orsakað av korona. Løgtingið avgjørdi at strika hetta markið, men hví verður enn lýst við tí, spyr Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin

Talan var um eitt minstamark á 6000 krónur.

Fleiri tinglimir, millum aðrir Aksel V. Johannesen fyri Javnaðarflokkin, vildu hava hetta markið strikað, so smáar fyritøkur og feløg kring landið eisini verða loftað av hjálparpakkanum, skrivar Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.

Tinglimirnir løgdu broytingaruppskot fram um at strika markið, og varð hetta samtykt. Aksel V. Johannesen vísir á, at tað tí virkar løgið, at vegleiðingin hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum sigur, at fyritøkur og feløg í minsta lagi skulu hava 6000 krónur í útreiðslum fyri at fáa endurgjald, tá ið løgtingið hevur samtykt at strika markið.

Hetta vil hann hava landsstýrismannin at greiða nærri frá í §52 fyrispurningi. 

– Fleiri áhugafeløg hava lágar inntøkur og lágar útreiðslur, men verða hart rakt nú, tá ið inntøkurnar eru mistar, men útreiðslurnar framvegis skulu rindast. Ikki minst fyritøkurnar og feløgini úti um landið, har føstu útreiðslurnar so sum til hølisleigu eru munandi lægri enn í høvuðsstaðarøkinum. Harafturat er tað ógreitt í lógini, hvussu ein fyritøka verður allýst. Er talan bara um vinnuligar fyritøkur ella eru áhugafeløg, sum hava eitt v-tal, eisini fevnd av hjálparpakkanum? spyr Aksel V. Johannesen í grein 52 fyrispurningi til landsstýrismannin.

Víðari sigur hann, at vit mugu fáa greiðu á, um talan er um ein feil ella um landsstýrismaðurin hevur valt at hyggja burtur frá tí, sum løgtingið hevur samtykt, skrivar Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.