Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið Nations League dyst móti Litava á útivølli. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Dómarin er ein gamal kenningur hjá okkum. 37 ára gamli íslendingurin, Vilhjálmur Alvar Þórarinsson verður høvuðsdómari til dystin hóskvøldið.
Vilhjálmur Alvar Þórarinsson dømdi EM-undankappingardystin millum Malta og Føroyar 23. mars í 2019. Dysturin endaði við 2-1 sigri til Malta. Tá fingu vit ikki mál fyrrenn í tíðini Vilhjálmur Alvar Þórarinsson hevði lagt aftrat. Tað var Jákup Thomsen, ið minkaði um munin til 1-2. Tað sveið eisini tann dagin, at Brandur Olsen við støðuna 1-0 til Malta brendi eitt brotsspark beint aftaná Malta hevði fingið Andrei Agius riknan av vøllinum. Okkara spælarar fingu fýra gul kort í dystinum.
Vilhjálmur Alvar Þórarinsson hevur dømt í bestu íslendsku deildini síðani 2010. Hann gjørdist altjóða UEFA og FIFA-dómari í 2015, og hevur sostatt væl av royndum til at døma altjóða dystir.
Høvuðsdómari: Vilhjálmur Alvar Þórarinsson (ISL)
Hjálpardómari 1: Gylfi Már Sigurðsson (ISL)
Hjálpardómari 2: Birkir Sigurðarson (ISL)
Fjórði dómari: Þorvaldur Arnason (ISL)
Video hjálpardómari: Pascal Müller (GER)
Annar Video hjálpardómari: Markus Sinn (GER)
UEFA Dómaraeygleiðari: Rune Pedersen (NOR)
UEFA Eygleiðari: Frédéric Veraghaenne (BEL)