Samkynd: Eitt ómenniskjansligt trýst at leggja á ein løgtingslim

Hetta hoyrir onga staðni heima og hetta má og skal aldrin endurtaka seg, sigur Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin

Tað er nú endaliga greitt, at samgongan tekur ikki undir við, at samkynd foreldur fáa somi rættindi, sum onnur foreldur. Í heyst løgdu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsøkn, trý uppskot fyri Løgtingið um at geva samkyndum foreldrum somu rættindi, sum onnur foreldur.

 

Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt uppskotini í samfullar góðar tveir mánaðir, men niðurstøðan hjá umboðunum hjá samgonguni í vinnunevndini er líka greið, sum hon er stutt.

 

Tey siga stutt og greitt nei. Tey vísa á, at í samgonguskjalinum stendur, at lógarbroytingar bert gjørdar, um semja er millum samgonguflokkarnar. Samstundis vísa tey á, at samgongan hevur onga semju um hesi uppskotini og tí taka tey ikki við uppskotinum og mæla Løgtinginum frá at samtykkja tað.

 

Umboðini hjá samgonguni í Trivnaðarnevndini, eru Uni Rasmussen, Annika Olsen, Edva Jacobsen og Rósa Samuelsen.

 

Hóast Annika Olsen ikki tekur undir við uppskotinum, ger hon kortini greitt, at tá ið hjúnabandslógin varð samtykt í 2016, broytti hon munandi um rættarstøðuna hjá samkyndum, soleiðis at samkynd eisini kundu vígast.

 

Hon sigur, at í sambandi skuldi ein ørgrynna av øðrum lógum, sum hava samband við hetta, eisini at verið broytt. Men tað varð tíverri ikki gjørt - og tað er ikki gjørt enn.

 

– Tað er serstakliga óheppið at blíva við halda einum samfelagsbólki í eini tvístøðu, tí lóggávan í Føroyum ikki viðurkennir samkynd, og tí at politiska skipanin ikki vil viðurkenna eina samtykta lóg, heldur Annika Olsen

 

– Sum lóggevarar hava vit skyldu til at javnseta allar okkara borgarar, og sama hvar vit standa politiskt, eiga vit, sum tað allar minsta, at viðurkenna, at børnini verða javnsett uttan mun til, hvørji lívsstøðu teirra foreldur liva í, heldur hon fram.

 

Hon sigur, at tað hava vit skyldu til og at tað er eisini óskikkur at fasthalda tingfólk í eini støðu, har tey skulu velja ímillum at fara ímóti síni sannføring ella at spreingja eina samgongu.

 

– Hetta er eitt ómenniskjaliga stórt trýst at leggja á eitt einstakt tingfólk, og hoyrir onga staðni heima. Hetta má og skal aldrin endurtaka seg, sigur Annika Olsen. Tí heitir hon á løgmann um at loysa hetta málið, vegna samgonguna, og gera tær neyðugu lógarbroytingarnar sum skjótast.

 

Men hetta er ein áheitan, Løgmaður ikki fer at taka til eftirtektar, tí tað eru fleiri tinglimir í samgonguni, sum beinleiðis høvdu noktað fyri, at hetta málið verður loyst. Samstundis hevur Miðflokkurin eisini gjørt púra greitt, at verður uppskotið samtykt, er samgongan rokin.