Samkynd í Ísrael kunnu skjótt fáa børn við lánsmóðir

TEL AVIV: Samkynd pør og stakir menn í Ísrael kunnu skjótt við lógini á teirra síðu fáa børn við hjálp frá lánsmóðir (rugemor).

Landsins hægsti rættarmyndugleiki gjørdi av í gjár, at staturin skal geva teimum somu rættindi sum hinskynd pør.

Tí skulu landsins lógir nú broytast hareftir í loypi av næsta árinum.

LGBT-felagsskapir rósa avgerðini sum eitt søguligt stig.

Higartil hava bara hinskynd pør og stakar kvinnur, sum ikki sjálvar kunnu fáa børn, kunna fingið hjálp til at fáa børn við lánsmøðrum.

Samkynd pør og stakir menn hava í staðin leitað sær til onnur lond til at fáa hjálp frá lánsmøðrum.

Rætturin helt, at tað bæði var at gera mismun og í stríð við lógina, at ymisk rættindini eru fyri ymsar bólkar.

/ritzau/dpa