Samráðingarslit: Lønin skilir partarnar

Tað er lønin, sum skilir tey fimm arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum seinastu vikurnar hava samráðst um nýggjan sáttmála

 

##med2##

 

Tað sigur Georg Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

– Vit hava samráðst einar 15-18 ferðir, og vit komu til lønina, nú samráðingarnar slitnaðu, sigur hann.

Sáttmálarnir gingu út 30. apríl, og síðani tá hava partarnir sitið við samráðingarborðið. Av somu orsøk eru sáttmálarnir longdir fleiri ferðir í 24 tímar og um vikuskiftini, sum hava verið.

Men tá tey komu til lønina í gjárkvøldið, tá brast, og samráðingarnar slitnaðu. Semingsmaður er boðsendur, og vanliga útsetir hann eitt møguligt verkfall í eina viku. Harumframt hava partarnir eina fráboðanarskyldu upp á 48 tímar, og tí verður eitt møguligt verkfall í hesum føri í fyrsta lagi níggju dagar eftir, at samráðingarnar eru slitnaðar.

 

##med3##

Trýstið á pílin undir myndini og hoyr samrøðu, sum Árni Gregersen hevði við Georg Hansen, formann í Føroyar Arbeiðsgevarafelag í tíðindunum á FM1 á middegi.

 

Georg Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag