Samskiparin hjá HSF: Hetta er fult uppiborið og stórt fyri føroyskan hondbólt (FM1)

(FM1) Hoyr Landsliðssamskiparan hjá HSF, Hallur Danielsen seta orð á stóru heiðranar Óli Mittún hevur vunnið

Óli Mittún við tveimum steypum. Øðrum fyri at vera MVP og hinum fyri at vera suverenur EM-toppskjútti (Mynd: EHF)

##med2##

 

Lítla løtu aftaná, at tað stóð greitt, at Óli Mittún fekk stóra heiðurin at gerast MVP - Mest Virðismikli Leikarin - í U18 EM-endaspælinum, umframt at vera suverenur toppskjútti við heili 80 málum ringdi FM1 beinleiðis til landsliðssamskiparan hjá HSF, Hallur Danielsen.

 

- Hetta er væl uppiborið hjá Óla, og hetta er stórt fyri føroyskan hondbólt, sigur ein sera fegin Hallur Danielsen.

 

Hallur væntar, at Óli Mittún fer at koma langt á sínari hondbóltsyrkisleið um ikki skaðar fara at darva honum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra spontanu samrøðuna FM1 gjørdi við Hall Danielsen beint aftaná MVP-heiðurin til Óla Mittún var veruleiki. 

 

##med2##

 

Óli Mittún við tveimum steypum. Øðrum fyri at vera MVP og hinum fyri at vera suverenur EM-toppskjútti (Mynd: EHF)

Samrøða við Hall Danielsen (HSF) gjørd beint aftaná Óli Mittún fekk handað MVP-steypið

Samrøða við Hall Danielsen (HSF) gjørd beint aftaná Óli Mittún fekk handað MVP-steypið

Mynd; EHF