Samstarv millum Umhvørvisstovuna og Geodatastyrelsen endurnýggjað

Umhvørvisstovan boðar frá at samstarvsavtalan millum Umhvørvisstovuna, sum føroyskur sjókortmyndugleiki, og danska sjókortmyndugleikan, Geodatastyrelsen, er nú endurnýggjað.

Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni, og Pia Dahl Højgaard, stjóri í Geodatastyrelsen, undirskrivaðu endurnýggjaðu samstarvsavtaluna, sum miðar eftir einum framhaldandi tøttum samstarvi á sjókortøkinum. Avtalupartarnir eru samdir um, at samstarv millum sjókortmyndugleikar er umráðandi fyri at tryggja haldgóða framleiðslu av sjókortum, uppmáting á sjónum og smidliga atgongd til sjókort, siglingarrit og -dátur. Umhvørvisstovan umsitur sjóuppmátingar og framleiðir sjókort í føroyskum sjóøki eins og danska Geodatastyrelsen ger í donskum sjóøki. Stovnarnir samstarva somuleiðis um sølu av pappírssjókortum og um sjókortdátur til frítíðarmarknaðin.   

 

Harafturat er avtala, at Geodatastyrelsen umboðar føroysk áhugamál í altjóða sjókortsamstarvinum International Hydrographic Organization (IHO), og at Umhvørvisstovan luttekur á fundum við IHO, sum partur av danska fylginum.