Indiaferð
Rói Egholm, sum starvast á fyritøkuni, Farex, er ein av teimum, sum hevur vitjað í Indiu saman við øðrum føroyingum.
Sosialurin hitti hann í telefonini mánadagin, sum ferðalagið skuldi koma heimaftur úr Indiu týsnáttina.
Men Rói kemur ikki heim í hesum umfari. Tá ið føroyska ferðalagið kemur aftur til Keypmannahavnar og kemur víðari heim til Føroya, fer Rói beinleiðis til Spaniu í arbeiðsørindum.
Fleiri økir
Rói Egholm heldur, at vitjanin í Indiu hevur verið sera áhugaverd og forvitnislig.
- Jú, eg haldi, at møguleikar eru fyri samstarvi millum londini á nógvum økjum. Vit eru sterkir á nógvum økjum og indarar á øðrum. Uppgávan verður nú at finna út av, hvar og hvussu londini best kunnu samstarva.
Rói heldur, at ein møguleiki hjá okkum føroyingum er at virka nakrar av teimum fiskavørum í Indiu, sum ikki loysa seg at virka í Føroyum.
- Vit eru kappingarførir á summum økjum, men ikki á øðrum økjum, tí ávís fiskasløg, fiskastøddir og framleiðslur eru so arbeiðskrevjandi.
Hann heldur, at í einum samstarvi við indiskar framleiðarar, kundu vit latið indarar eitt nú virkað smáan upsa og pelagisk fiskasløg til matna, sum síðan kunnu seljast aftur á evropeiska marknaðinum.
Rói vísir á tær veldugu nøgdirnar av eitt nú svartkjafti, sum føroysku skipini veiða.
- Í einum slíkum samstarvi kundu vit í staðin lagt uppaftur størri dent á tær framleiðslur, har vit eru kappingarførir og soleiðis fingið meira burtur úr hesum.
Hann heldur, at hetta hevði skapt eina synergi-effekt, sum hann tekur til.
Farex arbeiðir við feskum fiskavørum, men hevur nógv samstarv virkir, sum virka og frysta fiskavørur, og felagið hevur eisini samstarv við skip og bátar.
Fyritøkan hevur saman við øðrum fiskavirkið í Kaldbak, har tey eisini arbeiða við feskum fiskavørum.
Standa saman
Rói Egholm heldur, at ferðin í Indiu í ein ávísan mun eisini hevur verið við til at samansjóða føroyskt vinnulív.
- Nógv hevur verið tosað, og nógv hevur verið mett um møguleikarnar at arbeiða saman, soleiðis at sum mest kann fáast burtur úr einum møguligum samstarvi í Føroyum við vinnulívið í Indiu.
Hann heldur, at skulu føroyskar fyritøkur, virkir og skip, fáa gagn av einum komandi samstarvi við Indiu, er neyðugt, at vit standa saman.
- Eg trúgvi, at ferðin saktans kann
verða viðvirkandi til, at føroysk vinna fer at standa betur saman, enn hon hevur gjørt.
Rói heldur, at ein byrjan til samstarv á fiskivinnuøkinum kundi verið, at nøkur virkir í Føroyum tóku seg saman og gjørdu sær nakrar royndir við at senda fisk til virkingar í Indiu.
- Tað hevði ikki verið rætt av okkum at "lopið" út í nakra ógvusliga verkætlan í fyrstu atløgu, men vit eiga í felag at gera okkum nakran royndir.
Hann heldur, at fíggingarstovnarnir høvdu eisini verið betri at tosa við, um nøkur feløg stóðu saman um hesar ætlanir.
- Slíkar ætlanir eru kostnaðarmiklar, men vóru vit fleiri, hevði váðin eisini verið lutfalsliga minni, um ætlanin ikki bar á mál. Eydnaðist ætlanin hinvegin, hevði tað eisini havt stóran týdning, at fleiri stóðu saman um at menna tað, sum kemur burtur úr.
Rói heldur, at tað er ógvuliga umráðandi í slíkum verkætlanum langt burtur í heimi, at føroyingar standa saman og gera veruligar royndir saman, og hann heldur, at hugburðurin í so máta hjá teimum, sum hava verið við á ferðini í Indiu, er sera positivur.
- Eg eri sannførdur um, at tað eru møguleikar í vinnuligum samstarvi millum londini, men tað er eingin ivi um, at neyðugt verður at arbeiða og gera ein felags innsats, um veruligar verkætlanir skulu setast á kjøl.
Fyrimunir í Indiu
Tað er alment kent, at feløg í okkara grannalondum, eitt nú Noreg og Íslandi, hava fingið í lag samstarv við vinnulív í Kina, har fiskur úr Norðuratlantshavi verður virkaður av bíligari kinverskari arbeiðsmegi og seldur aftur á evropeiska marknaðinum.
Vit spurdu eisini Róa, um hann sær nakrar fyrimunir við, at okkara samstarv í staðin kundi verið við indiskt vinnulív.
- Ein av fyrimununum er, at teinurin at sigla til Indiu er einar 14 dagar styttri hvønn vegin enn teinurin til Kina og hetta er avgjørt positivt, sigur hann.
Aftrat hesum kemur, at arbeiðslønin í Indiu er nógv lægri enn arbeiðslønin í Kina.
- Í triðja lagi tosa allar indarar, sum fáast við forrætning, væl enskt, og hetta stavar frá tøttu bondunum, sum vóru millum Bretland og India. Eisini hetta er ein stórur fyriminur, sigur Rói.
Stjórin í Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen, hevur sagt, at fyri ein arbeiðstíma í fiskavirkisvinnuni í Føroyum fært tú 16 arbeiðstímar í Kina.
Rói Egholm sigur, at í Kina er verulig forrætning við at koma í at arbeiða fyri aðrar, og tað kann í longdini gera, at fyrimunirnir at virka fiskin í Kina gerast minni enn teir hava verið.
Hann sigur, at ein arbeiðstími í fiskavirkisvinnuni í Føroyum røkkur til 40 tímar í indisku fiskavirkisvinnuni.
- Ein vansi við framleiðslu í Indiu í mun til í Kina er veðurlagið, sum er nógv heitari í Indiu. Men í einum samstarvi millum føroyskt og indiskt vinnulív, eiga vit sjálvandi at verða við til at leggja indarum lag á, hvussu teir kunnu gera. Í hesum føri hevði verið neyðugt við eini ávísari køling, so fiskurin ikki ferst undir framleiðsluni.
Rói vísir á, at føroyingar hava alla vitan, sum er neyðugt í hesum sambandi, og tí átti hetta ikki at verið tann stóri trupulleikin.
- Tað vil altíð vera soleiðis, at vit ynskja at tryggja okkara vørur, og eitt komandi samstarv millum Føroyar og India eigur sjálvsagt at ganga báðar vegir, soleiðis at vit fara til teirra við okkara vitan og royndum, samstundis sum teir gera eina tænastu fyri okkum.
Finna felagsnevnarar
Hann vísir á, at føroyska ferðalagið hevur sæð ein hóp í Indiu hesar dagarnar, ferðast hevur verið í landinum.
- Nú vit koma heimaftur, mugu vit seta okkum niður og finna nakrar felagsnevnarar og síðan konsentrera okkum um tað, sum samstarvið millum londini bæði kann byggja á, heldur Rói Egholm.