Sandavágsmenn vunnu í stórari kapping

6-mann menn: Kappingin var stór við bæði hósvíkingar og klaksvíkingar

Ellivu bátar luttóku í størsta kappróðrinum í dag. Tað var millum 6-mannafør við monnum. Beinanvegin í startspurtinum vóru tað Skúgvur úr Sandávági, Hósvíkingur og Páll Fangi úr Klaksvík, sum vóru við í kappingini um fremsta plássið.

 

Í ódnartøkunum hava hesir tríggir bátarnir verið væl við, og tað vóru hesir tríggir, sum komu fyrst á mál. Fremstur av øllum var Skúgvur úr Sandavági, sum var eina bátslongd undan tveimum teimum næstu. Kappingina um næstfremsta plássið vunnu hósvíkingar ímóti Páll Fanga.

 

 

 

##med2##