– Eg eri noyddur at skriva henda status.
Soleiðis skrivar Óli Nattestad á Facebook í kvøld, har hann ger greitt, at Sandoy Seafood er ikki bundið av Russlandsavtaluni.
– Ikki enn, og vónandi blíva vit tað ikki, men man veit ongantíð.
Óli Nattestad eigur flakavirkið í Skopun. Og hann vil ikki hava sitandi á sær, at virkið bara hórar undan, tí at nýggj fiskiveiðuavtala er gjørd við Russland.
Hann kemur við sínum viðmerkingum í einum uppslag á Facebook, har hann millum annað sigur soleiðis:
– Tað harmar meg almikið, nú tað sýnist, sum Sandoy Seafood skal brúkast sum kúbein, ja kanska jarnbrot, fyri at rættvísgera Russlandssáttmálan og missbrúkast til komandi løgtingsval, skrivar hann.
##med2##
Hann vísir á, at tey keyptu virkið í Skopun jóansøkuaftan í 2019 við tí eina endamáli at varðveita arbeiðsplássini í oynni.
– Tað hava vit megnað so nøkukunda, sigur hann.
– Tað sá ikki út, sum um nakar annað hættaði sær undir at opna virkið aftur, sigur hann.
Og jú, vit arbeiða nógvan fyrstan tosk, og nógv av toskinum kemur úr Barentshavinum.
– Vit takka so hjartaliga fyri samstarvið við hesi skip, sum hava fiskað í Barentshavinum, og sum hava selt til okkum. Vónandi heldur hetta samstarv fram, sigur hann.
Men hann vildi heldur ynskt, at tey arbeiddu meira feskan fisk.
– Men har eru tíverri avbjóðingar við at fáa fatur á feskum fiski, sigur hann. Tó so, okkurt sleppa vit – og klára vit – at keypa av og á.
Hann sigur, at virkið sjálvandi hevur brúk fyri rávøru. Helst eini 5.000 tons um árið, um tað skal mala runt.
Og tað vísir seg at vera ómøguligt at skaffa á Føroyagrunninum.
– Hiðani eg siti, havi eg ilt við at fáa eyguni á beint nú, at tað hevði verið nøkur katastrofa ella vanlukka fyri Sandoy Seafood, um ikki russaraavtalan kom upp á pláss, sigur hann.
– Vit høvdu sjálvandi manglað tann fiskin, men so vóru vit noydd at hyggja aðrar vegir, skrivar Óli Nattestad.
Hann sigur, at virkið stendur teimum í 61 milliónum krónum.
– Eingin króna er lánt. Uttan frá mær sjálvum. So enn hava vit ikki neyðturviliga fyri neyðini at fáa olmussu frá PUtin, sum onkur hevur skotið mær í skógvarnar seinastu dagarnar, skrivar hann.
– Tað harmar meg almikið, nú tað sýnist, sum Sandoy Seafood skal brúkast sum kúbein, ja kanska jarnbrot, fyri at rættvísgera Russlandssáttmálan og missbrúkast til komandi løgtingsval, skrivar Óli Nattestad, sum samstundis vísir á, at hann eftir føroyskum reglum ikki er føroyingur, tí hann býr í Danmark.
Og júst tí er tað sera óheppið fyri tey, sum eigarar av Sandoy Seafood, at vera kúbein í hesi søk, sigur hann.
– Vit búgva í Danmark og hava eftir førimuni roynt at fylgt tí danska orðatakinum: Skik følge, eller land fly.
– So er eisini við hesum russaraboykottinum, sum Danmark/EU stendur fyri.
– Jú eg veit, at matvørur, so sum fiskur, stendur uttanfyri.
– Eg eri føddur á Tvøroyri, barnadoyptur í Skálavikar kirkju, konfirmeraður í Sands kirkju, giftur í Skálavíkar kirkju.
Tvey av okkara fýra børnum eru fødd í Havn og doypt í Skálavíkar kirkju, so jú, eg rokni meg og okkum sum føroyingar.
– Men ikki sleppa vit at keypa eitt lítið fitt føroyskt ísfiskapar, sum kundi landað nakrar stertar til Sandoy Seafood. Gott er. Kanska er tað líka gott. Nú siga frøðingarnir, at eingin toskur er undir Føroyum. Um tað var rætt ella skeivt at gera russaraavtaluna havi eg onga viðmerking til. Tað var meira hasa katastrofuna eg vildi peika á, skrivar Óli Nattestad millum annað á Facebook.