Sandoyggin er komin í eina óvanliga støðu

Eisini Suðuroy er í eina støðu, hon ikki hevur verið í seinastu 20 árini

Fólkatalið í Føroyum heldur fram við at seta met. Tann 1. mars í ár búðu 53.108 fólk í Føroyum og tað eru 809 fólk, ella 1,5 prosent, meiri enn fyri einum ári síðani. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

Sostatt heldur fólktalið fram at veksa við somu ferð, men hesa seinastu tíðina er kortini stórar broytingar hendar.

##med2##

Hagstovan sigur, at tað er merkisvert at tað er í Sandoynni, at fólkatalið veksur mest upp á seg, tí har er tað vaksið 2,4 prosent hetta seinast árið. Annars er fólkatalið í Sandoynni støðugt minkað í nógv ár, og í besta føri hevur tað staðið í stað.

Tað, sum ger tað stóru broytingina í Sandoynni, er bæði tað, at fólk flyta aðrastaðni úr Føroyum í Sandoynna at búgva og at fólk flyta úr útlondum í Sandoynna at búgva. Hinvegin er einki burðaravlop í Sandoynni tí tað doyggja líka nógv fólk, sum tað eru børn, sum verða fødd.

Hagstovan sigur, at 5,8 fólk eru flutt í Sandoynna at búgva fyri hvørji 1000 fólk og tað er nógv meiri enn tvær ferðir so nógv, sum nakra aðrastaðni í Føroyum. Sostatt er úrslitið, at fólkatalið í Sandoynni er vaksið við 30 fólkum hetta seinasta árið, og nú búgva 1.298 fólk í Sandoynni.

Í Sandoynni er tað serliga í Skopun, at fólkatalið veksur, tí har er tað vaksið 5,1 prosent. Í hinari av teimum størru kommununum, á Sandi, er fólkatalið vaksið 2,8 prosent, men hinvegin minkar fólkatalið nakað í teimum smærru kommununum í oynni.

Eisini Suðuroynni er talan um eina framgongd í fólkatalinum, sum tey ikki eru von við. Heldur ikki í Suðuroy er nakað burðaravlop, tvørtur ímóti eru 50 fólk deyð í Suðuroy hetta seinasta árið, og tað eru seks fólk fleiri enn tað vóru børn, sum vóru fødd. Men tað, sum ger, at fólkatalið í Suðuroy, veksur, er at tað eru nógv fólk, sum flyta uttanlands til Suðuroyar, heili 121 í talið – men afturfyri eru tað so 74 fólk, sum eru flutt úr Suðuroynni í onnur lond. Men tilsamans er úrslitið, at fólkatalið í Suðuroy er vaksið 43 fólk hetta seinasta árið og tað eru 0,9 prosent.

Annars vísa tølini, at 2,6 fólk eru flutt til Suðuroynna fyri hvørji 1.000 fólk, og tað er næststørsta tilflytingini í landinum. Og alt hetta ger, at hetta seinasta árið hevur fólkavøksturin í Suðuroy verið tann størsti í eini 20 ár og nú búgva 4.663 fólk í Suðuroy.

Í Suðuroy er lutfalsligi størsti vøksturin í Hovi, tí har búgva tað fýra fólk fleiri nú enn fyri einum ári síðani, ella akkurát 100 fólk tilsamans. Men annars er tað serliga í Vági, at fólkatalið er vaksið, tí har er tað vaksið 33 fólk, ella 2,4 prosent, so nú býr 1.388 fólk í Vági. Á Tvøroyri er fólkatalið vaksið 33 fólk, ella 1,3 prosent, og nú býr 1.757 fólk á Tvøroyri. Annars er fólkatalið minkað nakað í Fámjin, í Hvalbiar Kommunu, og serliga í Sumbiar Kommunu, har fólkatalið er minkað 3,1 prosent, so tað nú búgva 348 fólk í Sumba