Avgjørt ein subjektiv eygleiðing, eftir sum høvundurin sjálvur virkar og býr á Sandoynni. Fari ikki at nokta fyri, at tá tað ræður um mína oyggj, Sandoynna, havi eg sera torført við at seta meg úti á síðulinjuni, og siga frá støðuni í oynni við óvildugum eygum. Men tá ein sær, at tað sum er hjartanum næst, er við at bløða út, av at umstøður uttanífrá vilja okkum bana, tá er tað sjálvsagt, at vit øll sum búleikast á Sandoynni, eiga at gera vart við støðuna, og krevja at hava sama rætt, til at virka, liva og njóta somu ágóðar,sum øll onnur í hesum landi.
Eins og í øllum øðrum oyggjum, hava vit á Sandoynni fólk, sum arbeiða innan fyri ymiskar vinnugreinar. Tó kann staðfestast, at vit í oynni hava nógv fólk, sum arbeiðir í fiskivinnuni, bæði á sjógvi og landi, og her í oynni finna vit tann samfelagsbólkin, sum er komið ringast fyri, av vantandi politiskari stýring.
Á Sandoynni hava vit onga fiskauppboðssølu, og ikki tekur fiskavirkið í oynni ímóti fiski frá útróðrarbátum. Farmaleiðir gavst aftan á privatiseringina at flyta fiskin hjá útróðrarmonnunum í oynni inn á Toftir, og hóast royndir hava verið gjørdar, at funnið loysnir á trupulleikunum við fiskaflutningi, so hevur onki borið til. Hetta hevur við sær, at teir sum enn hanga eftir í hesi vinnu, og sum samstundis eru teir, sum vit áttu at hámett sum mentannarberar, noyðast sjálvir eftir strævnan dag á sjónum, at koyra fiskin inn á Toftir á uppboðssøluna, og summir velja at sigla líka vestur í Vágar við veiðuni. Umframt at hetta kostar almikið, missa teir sum oftast næsta dagin á floti.
Hesir trupulleikar komu við privatiseringini av Farmaleiðum. Frá degi til dags valdi man landspolitiskt, at kvetta beinini undan 30-40 útróðrarmonnum á Sandoynni, sum hava útróður sum fulltíðar-, og parttíðarvinnu. Ætlanin má sigast at hava eydnast til fulnar, talið av útróðrarmonnum minkar støðugt, nakað av náttúrligum ávum, men meginpartin av tí, at umstøðurnar at sleppa av við fiskin, eru gjørdar so truplar. Verður gongdin áhaldandi, endar tað við at ongin verður eftir,sum flotar bát, lívið á havnaøkjunum steðgar upp, inntøkurnar minka, og tann stolti parturin av okkara mentan, vitanin um mið og streym, veður og vind fer fyri onki.
Eg fari tí at loyva mær vinarliga at heita á okkara landspolittikkarar, um at gera okkurt við henda trupulleika, so at fólkið á Sandoynni aftur hevur sama møguleika, sum fólkið í øllum hinum størru oyggjunum í Føroyum.
Brostnar vónir elva máttloysi
So hvørt sum samfelagið tey undanfarnu árini hevur ment seg, hava vit á Sandoynni staðið í stað. Landspolitiskt hevur ikki verið brúkt eitt oyra til íløgur í Sandoynni, undantikið íløguna í eitt skip, sum er lívæðrin hjá okkum oyggjarfólkum, og okkara norðanfjørðs.
Einaferð var ætlanin at byggja listaskúla í oynni, tað varð av ongum. Ætlanin var at gera berghol til Dals, tað varð av ongum. Ætlanin var at gera eina Suðurleið, við undirsjóvartunli, og at Smyril sigldi inn á Sand, tað var av ongum, Ætlanin var at byggja eina ítróttarhøll í oynni, tað var av ongum. Ætlanin var at bøta um havnaviðurskiftini í Skúgvi, tað var av ongum.
Vit sleppa nóg illa, at umvæla vegin í Sandslíð og í Dalsberginum, tá teir smokka undan okkum. Fólkið í Skálavík, Húsavík, og Dali, eru í áhaldandi vanda, fyri at verða rakt av gróti, tá tey fara til arbeiðis, og somuleiðis børn teirra ávegis í og úr skúla.
Vit sum búleikast í Sandoynni, mugu tíverri ásanna, at alt tosið fyri og ímóti undirsjóvartunli, hevur gjørt ómetaligan skaða á umdømi okkara. Tingmenn okkara, hava fyrilitarleyst fokusera uppá tunnil tey síðstu árini, við tí úrslitið, at allir aðrir møguleikar á vegnum, hava verið avreiddir fyri hetta stórmál. Harafturat hava tey vællærdu Cand. hetta og hatta, búsitandi í Havnini, skýrt okkum at vera eina byrðu og útreiðslu fyri samfelagið Føroyar, sjálvt um tað m.a vóru vit, sum fingu Føroyar á føtur aftur, tá Candarnir stungu halan millum beinini, meðan kreppan leikaði.
Væl hevur staðið til hesi seinnu árini við politiskum lyftum, um øktan aktivitet á Sandoynni. Meginpartin av tíðarskeiðnum, har onki er hent í Sandoynni, hava vit havt 2 politikkarar sitandi í løgtinginum, og eitt tíðarskeið eisini landstýrismann, og hvat er úrslitið? Hvat er at vísa á? Afturlítandi á hesi farnu árini, skuldi man trúð, at vit als ikki høvdu havt umboðan, hvørki á løgtingi ella í landstýrinum, so lítið er komið burturúr.
Fyri nøkrum árum síðani, varð Granskingardepilin fyri Økismenning settur á stovn. Hetta gav eina grundaða vón um, at nú fór man at líta út um landið alt, og gera ætlanir um, hvussu tey ymsu økini í Føroyum, á hvør sín hátt, kundu menna seg. Givið er, at tað arbeiðið, ið er gjørt frá depilsins síðu fyri grannarnar fyri sunnan, suðringar, hevur havt sera jaliga ávirkan á Suðuroynna sum øki. Og av fullum hjarta taka vit undir við øllum tí, sum har er vunnið.
Tað tykist tó, eins og depilin hevur bitið seg ov fastan í Suðri, tí um vit samanmeta tær størstu oyggjarnar sunnanfjørðs, so er greiður munur á, hvat øki er verri fyri í løtuni.
Suðuroy er eitt samfelag fyri seg sjálvan. Har er: Sjúkrahús, apotek, fiskauppboðssøla, blómandi vinnulív innan fiskivinnu, alivinnu og tær vinnur, sum fylgja teimum við. Harafturat eru eisini sera nógvir møguleikar, at brúka frítíðina til, so sum samkomur, ymisk spælistøð, pubbir, matstøð, enntá kykmyndahøll, tvær stórar ítróttarhallir, sum geva frítíðarfeløgunum stórar møguleikar, fimleikarhallir, svimjihallir, , miðnámsskúli, heilsuskúli, fleiri fótbóltsvallir, fleiri hotel, og nú eisini skjótt og trygt at koma runt í oynni. Í tí stóra kann sigast, at Suðuroyggin hevur so nógvar hentleikar, at hon er óheft av restini av Føroyum
Sandoy harafturímóti kann lýsast við fáum orðum: So nær og tó so fjar.
Heilivág fáa vit við at bíða uml 1 døgn. Skulu vit selja okkara útróðrarfisk, so er uppboðssølan 6 tímar burtur, um man sleppur við Teistanum. Eitt virki virkar fisk í oynni, og ein trolari er skrásettur her. Fyrispurningar hava verið um, at ala fisk í Sandoynni, men tað verður okkum noktað. Sum plástur á sárið, hava vit eina lívfiskastøð, har okkurt einstakt ársverk er. Spælistøð, pubbir, matstøð, kykmyndahallir, ítróttarhøll, kenna vit onki til. Eftir lidna skúlagongd, hava børn okkara onki val, uttan at fara av oynni, um tey skulu hugsa um víðari skúla. Svimjihyl hava vit á sumri, og eitt eiti av eini fimleikarhøll, sum als ikki lýkur nútíðar krøv, hava vit á vetri. Ì tí stóra kann sigast, at vit í Sandoynni hava so fáar hentleikar, at um vit ætla okkum nakað útyvir tað vanliga, so skulu vit av oynni.
Henda støða er við at petta okkum sundur sum oyggjafólk, tí tey ungu, sum kundu hugsa sær at flutt aftur í oynna hveppa seg við, vegna teir vantandi hentleikarnar, tilflyting er ongin, miðalaldurin hækkar í stórum.
Sjúkrahús hava vit onki, og eru tí bundin av, at hava ein støðugan og álítandi sjúkraflutning. Tí er tað sera hugstoytt og irriterandi eftir hondini, tá vit á hvørjum ári hoyra í fjølmiðlunum, at sjúkrahússtjórin Allan Skaalum, leggur eftir sjúkraflutninginum um Skopunarfjørð, tá sparingar eru í luftini. Teistin er lívæðrin hjá Sandoyingum, tí kann tað ikki verða rætt, at hesin funktionerur, sum situr tryggur undir liðini á sjúkrahúsinum hvørt kvøld, á henda hátt tíðun, skal skapa ótryggleika hjá okkum, sum hava fjørð at ferðast um. Vit í Sandoynni góðtaka ikki, at verða brúkt sum jarnbrot og politisk kastibløka hjá tær, harra Skaalum. Uppgávan hjá tær sum stjóri, er at fáa tingini at fungera, uttan at tað gongur útyvir tænastustøðið; um tú ikki er førur fyri tí, so er uppá hægstu tíð, at onkur annar sleppur at royna seg.
Annars høvdu vit spart nógv meir, um vit avtóku ambulansatænastuna, har tað er landfast til sjúkrahúsið, har sleppa fólk hóast alt fram uttan størri hóvasták. Verða vit provokeraði, hava vit væl loyvi at provokera afturímóti.
Tey undanfarnu árini, hava verið sera góð fyri samfelagið Føroyar. Vinnan hevur kastað nógv av sær, ríkiligt hevur verið av arbeiði, fólk hava forvunnið nógvar pengar. Støðan hjá flestu kommunum í landinum er batnað munandi samanborið við kreppuárini. Tó eru nakrar kommunur eftir, sum enn dragast við gamla skuld frá kreppuárunum.
Henda støðan er galdandi fyri flestu kommunur í Sandoynni, og er støðan so mikið vánalig, at vit neyvan megna at halda hjólunum rullandi í bygdunum. Gamaní er ein skúli og ein barnagarður bygdur í oynni, men talan er í báðum førum um akuttan tørv. Nærliggjandi er at hugsa, at um vit løgdu kommunurnar saman, hevði alt batnað munandi. Hetta átti allarhelst eisini at verið gjørt, men sjálvt um hetta verður endin, fer tað neyvan at bera við sær, at vit klára at lyfta tær uppgávur, sum framtíðin býður, og skapa teir hentleikar, sum eru alneyðugir fyri at fáa fólk at flyta aftur í oynna. Møguliga kann ein stórur tómur kommunukassi gera nøkur ting, sum nógvir smáir tómir komunukassar ikki megna.
Eftir míni metan, er hetta álvarsmál vorðið ein landspolitisk uppgáva at loysa; tá eitt einstakt øki í landinum er í svárari neyð, kann man ikki venda blinda eyga til. Politiskt átti at verið staðfest, at Sandoyggin er ein útoyggj, hvat hon í veruleikanum er, so leingi vit ikki kunnu koyra undir Skopunarfjørð. Játtanin til útoyggjar átti síðani at verið hækkað, so Sandoyggin á tann hátt fekk lut í samfelagságóðunum.
At enda fari eg at heita á landspolitikkarar okkara, um at viðgera støðuna, sum Sandoyggin er í, og seta tiltøk í verk, fyri at steðga afturgongdini. Og royni hesuferð at halda tað sum tit lova. Onki er so niðurbrótandi, sum at síggja, at tað sum verður lovað, verður tikið aftur ferð eftir ferð.