Sandoyingar fóru krøktir úr Gundadali

1. DEILD: Fyri fimtu ferð á rað fór B71 í dag av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku

Tað hevur gingið ógvuliga striltið hjá B71 síðani summarsteðgin. B71 hevur spælt tríggjar dystir og samlaða úrtøkan er eitt stig – 2-2 á heimavølli ímóti B36. Tvær tær síðstu ferðirnar undan summarsteðginum tapti B71 ímóti KÍ og TB. At tað hevur gingið so illa sæst aftur á støðutalvuni, har B71 nú er á sætta plássið við 25 stigum.

 

Næstbesta liðið hjá HB er á sætta plássi við 22 stigum. Í dag vann HB 2-1 ímóti B71 í Gundadali. Einki bendi fyrstu løtuna á, at B71 skuldi fara úr høvuðsstaðnum við ongum. Stórir 10 minuttir vóru farnir, tá ið Suni Herman Petersen legði B71 á odda. Hetta var aðru ferð í ár, at 17 ára gamli Suni Herman Petersen í ár var málskjútti á besta B71 liðnum.

 

Stóri trupulleikin hjá B71 hevur seinastu ferðirnar verið, at tað hevur gingið so illa at fáa bóltin í málið, og soleiðis var tað eisini í dag. Síðstu løtuna legði B71 nógv fyri í royndini at javna til 2-2, og talan var um fleiri góðar møguleikar, men Bjarti Vitalis Mørk í HB málinum var ein brandur.

 

At hann hevur verið so nógv skaðaplágaður er orsøkin til, at Teit Jacobsen ikki er í besta HB hópinum. At máltevinum framvegis einki bilar sást, tá ið Teit Jacobsen javnaði til 1-1, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Uppleggið átti Leivur Fossdal Guttesen. Hetta var áttandi dysturin hjá Teit Jacobsen í næstbestu deildini, og í dag skoraði hann fyri fimtu ferð í ár.

 

Sigursmálið skoraði Leivur Fossdal Guttesen við brotssparki, tá ið hann eftir ein lítlan tíma umsetti brotsspark til 2-1. Hetta var fjórða málið hjá Leivi F. Guttesen í næstbestu deildini í ár.

 

Næsti dysturin hjá HB verður um eina viku á heimavølli ímóti KÍ.

 

Næsti dysturin hjá B71 verður um eina viku á heimavølli ímóti 07 Vestur.