Sangur og blástur á Eiði

Í samband við at nýggja heimið “Frælsi” letur dyrnir upp fyri almenningum, verður skipað fyri konsert í Mentunrhøllini á Eiði mikukvøldið.

 

Tiltøkini mikudagin byrja kl. 15 í Ítróttarhøllini á Eiði, og síðan er møguligt at vitja heimi “Frælsið”. Dagurin endar í Mentunarhøllini á Eiði kl. 19 við konsert.

Hornorkestrið hjá Frelsunarherinum, Tær 4, Magni Christiansen og Eiðis ljómfelag syngja og spæla.

Hornorkestrið spælir marsjir og onnur góð løg sum vanliga eru at hoyra hjá Frelsunarherinum.

Tær 4 damunar syngja og saman eru tær ein samanrenning av persónleikum sum leggja alla sína orku at náa einastandi ljómar. Mikukvøldið fara tær at royna seg saman við Magna Christiansen.

Eiðis ljómfelag vil fegin bjóða Frelsunherinum vælkomnar til Eiðis og fer at spæla sálmaløg í nýggjum búna, har tað eina lagi er temaið úr Finnlandia og nevnist “Still be my Soul”. Eisini vil orkestrið spæla lættari løg, har tað eina er Magic Slide, sum er skipað sum ein marsjur við trimum tronbone solistum sum eru Jens Jensen, Marius Joensen og Jens Knudsen.

Øll eru vælkomin.