Varmakelda
Leygardagin, 3. juli klokkan 15, syngja og spæla Niels og Helgi Midjord í Gallarí Ribarhúsi í Fuglafirði.
Teir fara at spæla egin løg og syngja sangir hjá Christiani Matras og Janusi Djurhuus. Niels og Helgi fara eisini at syngja sangir, teir sjálvir hava skrivað.
Keramikkur
Millum mongu listaframsýningarnar á varmakeldu í ár, er keramikframsýningin, "Vanvart" hjá Guðrið Poulsen, í Ribarhúsi.
Framsýningin hjá Guðrið er opin fríggjadagin millum klokkan 16-18 og leygardagin og sunnudagin millum klokkan 14-20.